15.05.2019 - Av: fp

Er hetta tín nevndarsessur?

Ert tú avvarandi hjá, ella hevur tú beinleiðis umsorgan fyri persóni, sum hevur menningartarn? Brennur tú fyri, at fólk við menningartarni og øðrum avbjóðingum hava góð kor í samfelagnum? So átti tú kanska at bjóða teg fram til ein av nevndarsessunum hjá Javna á aðalfundinum 25. mai.

 

Tveir nevndarlimir standa fyri vali, umframt ein tiltakslimir. Tey verða øll vald fyri eitt tvey ára skeið.

 

Týdningarmiklasta kvalifikatiónin til nevndarsessin er, at tú tekur undir við okkara grundsjónarmiðum og meinar, at øll skulu hava møguleika út frá egnum fortreytum at ávirka sítt egna lív:

     
  • Hvørt einstakt fólk er serstakt. 
  • Øll – uttan mun til brek – hava sama rætt til lívið. 
  • Fólk við menningartarni hava sama virði og somu grundleggjandi tørvir og rættindi sum onnur. 
  • Øll hava rætt til góð lívskor og tryggleika. 
  • Øll skulu hava møguleika at samskifta við onnur og at verða møtt við virðing. 
  • Øll skulu hava møguleika út frá egnum fortreytum at ávirka sítt egna lív. 
  • Øll hava rætt til góða og fjølbroytta menning eftir egnum fortreytum. 
  • Samfelagið hevur skyldu at veita hvørjum einstøkum tann stuðul, honum tørvar. 

 

Sambært viðtøkunum, so hava næstringar hjá fólki við menningartarni og onnur, sum beinleiðis hava umsorgan fyri fólki við menningartarni valbæri til álitisstørv felagsinsFormaður og minst 2 nevndarlimir skulu vera foreldur ella næstringar hjá fólki við menningartarni.

 

Í starvsnevndini sita fimm nevndarlimir, og tveir tiltakslimir. Vit hava nevndarfund einaferð um mánaðan, har vit viðgera aktuel mál. Hetta kann til dømis vera at gera viðmerkingar til nýggj lógaruppskot, ið ávirka okkara øki, royna at ávirka viðurskifti, ið vit ikki halda vera í trá við landsins lógir og sáttmálar, at gera vart við tørv og manglandi tænastur, og at skipa fyri fundum og tiltøkum. 

 

Um tú heldur, at hetta er nakað fyri teg, so ert tú hjartaliga vælkomin at boða okkum frá í seinasta lagið leygardagin 18. mai.

 

Eg gloymdi at siga, at arbeiðið í nevndini er sjálvboðið - lønin er gleðin við at kunna gera ein mun :-) 

 

 


 
 
 
 
Javni, Hoydalsvegur 42
Postboks 1133, 110 Tórshavn
Tlf.: 208090 javni@javni.fo
Skrivstovan er opin:
týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 10.00 til 15.00.