26.05.2019 - Av: fp

Tvey nýggj andlit í starvs- og Spyr Meg nevndunum hjá Javna

Ársaðalfundurin hjá Javna varð hildin leygardagin 25. mai í Kaffihúsinum í Havn. Á skránni var millum annað starvsnevndarval, og val til Spyr Meg nevndina.

 

Tveir nevndarlimir stóðu fyri vali í starvsnevndini, Ása Hansen og Fríðbjørg Hammer. Tær stillaðu báðar upp aftur. Harafturat stillaði Lea Wolles upp. Eftir atkvøðugreiðslu gjørdist greitt, at Ása og Lea áttu munin, og sostatt er Lea nýggjur limur í starvsnevndini. Lea er tó ikki nýggj í Javnahøpi, tí hon sat frammanundan í økisnevndini í Eysturoynni. Í Spyr Meg nevndini stóðu báðir nevndarlimirnir Meiken S. Olsen og Durita Strøm fyri vali. Durita valdi ikki at stilla uppaftur, ímeðan Meiken tók við afturvali. Seks valevni vóru til teir báar sessirnar, so her var eisini atkvøðugreiðsla. Úrslitið varð, at Meiken bleiv afturvald, og Hilda Poulsen bleiv nýggjur limur í Spyr Meg.

 

Eittans mál var innkomið, og tað var frá Spyr Meg. Tey ynsktu at fáa ein tiltakslim í nevndina. Hetta varð samtykt, og verður orðingin í §9A í viðtøkunum hjá Javna tískil broytt. 

 

Forkvinnan greiddi frá virksemi felagsins í árinum. Tilsamans 1,25 starvsfólk hava verið í føstum starvi. Javni fær javnan áheitanir og fyrispurningar, og fer nakað av tíð at viðgera hesar. Hetta kann snúgva seg um mangt og hvat, ið hevur við umstøðurnar hjá fólki við menningartarni at gera. Fleiri lógaruppskot hava verið til hoyringar. Nøkur størri og smærri tiltøk hava verið gjøgnum árið, haraav nøkur eru afturvendandi, so sum jólagudstænastur, Down syndrom dagurin, familjuvikuskifti, og ársveitsla. Starvsfólka- og fíggjarorka felagsins er avmarkað, og má virksemið tillagast hesum.

 

Bæði inntøka og útreiðsla felagsins í 2018 vóru lægri enn ætlað, so samlaða fíggjarliga úrslitið varð sum ætlað. Samlaða ársúrslitið vísir eitt avlop á kr. 36.732 (ætlanin var eitt hall á kr. 200.311). Munurin kemst av, at ætlanin var at gera eitt størri innandura viðlíkahaldsarbeiði á Frítíðarheiminum í 2018, men tað eydnaðist ikki at fáa handverkarar til hetta teir dagarnar, tá eingin var til umlætting. Hetta varð tí útsett. 

 

Hóast avbjóðingarnar eru mangar, so eru samfelagsligir batar at hóma. Nevnast kann, at tað almenna hevur ætlanir um at byggja fleiri vardar bústaðir í Suðurstreymi komandi árini. Nakrar av verklagslógunum hesum viðvíkjandi eru samtyktar, ímeðan aðrar enn bíða. Eingin spaki er enn settur í til hesar bústaðir, men vónandi fer alt at ganga sum ætlað, tí sera stórur tørvur er á vardum bústøðum. 

 

Vit gleðast um, at serliga skipað miðnám sær út til at vera komið í eina fasta legu. Hetta skúlaárið ganga 51 næmingar á serbreytunum á Miðnámi á Kambsdali, á Glasum í Havn, og á Tekniska Skúla í Klaksvík. Serbreytirnar eru eitt 4-ára skúlatilboð, ið er ætlað teimum ungu, ið eru tarnað at gjøgnumføra miðnám undir vanligum treytum. Í februar 2019 skrivaði Jón T. Niclasen úr Miðvági søgu, tá hann sum fyrsti føroyski serbreytanæmingurin fekk handað endaligt OCN-prógv og fekk grønu serbreytahúgvuna á høvdið á Tekniska Skúla í Klaksvík. Tá skúlaárið endar fáa seks serbreytanæmingar prógv frá Miðnámi á Kambsdali. Hóast gongd er komin á serlig miðnámsskúlatilboð runt um landið, so meta vit ikki, at tørvurin á eftirskúlatilboðnum gerst minni. Í løtuni er tað bert Rásin í Saltangará, ið hevur serligt eftirskúlatilboð, og har hava tey bert pláss fyri at taka sjey næmingar inn, annaðhvørt ár. Hetta er alt ov lítið, og tað liggur í kortinum, at Rásin skal byggja út. Vónandi fer hetta at bera á mál. Royndirnar eru, at eitt eftirskúlaskeið er eitt sera gott grundarlag at fara víðari á SSM við, tí næmingarnir eru meira búðnir. 

 

Fyri stuttum boðaði Landsstýrið frá, at ein samskipandi eind er sett, sum skal tryggja, at sáttmáli sameindu tjóða um rættindi hjá einstaklingum, sum bera brek – Breksáttmálin – virkar í verki á øllum økjum. Hvørt landsstýrisfólk hevur ábyrgd av, at Breksáttmálin er settur í verk á sínum øki og hevur tilnevnt lim í samskipandi eindina. Yvirskipaða endamálið við samskipandi eindini er at tryggja samanhang í brekpolitisku ætlanum Landsstýrisins. Hetta gleðast vit um, og vit gleða okkum til at síggja ítøkilig úrslit av hesum arbeiði.

 

Fleiri góð uppskot og viðmerkingar vóru frá fundarluttakarunum, og hesi fer nevndin fer at umrøða nærri í næstum. Til dømis gjørdi ein fundarluttakari, sum býr í einum av eldru sambýlunum á Skálafjørðinum vart við, at har skullu fleiri fólk deila wc og baðirúm, og at tey ynskja sær betur umstøður. Hon helt, at ein uppíbygging í verandi hús hevði kunna gjørt stóran mun.

  

Forkvinnan endaði við at takka øllum Javnavinum, sum gjøgnum árið hava gjørt teirra til at betra um viðurskiftini hjá teimum, ið hava menningartarn – hvørt lítið fet á rættari leið ger mun.

 

Mynd: Hilda Poulsen, nývaldur nevndarlimur í Spyr Meg, Dánial Gram Høgnesen og Meiken S. Olsen, ávikavist nevndarlimur og formaður í Spyr Meg, og Lea Wolles, nývald í starvsnevndina hjá Javna.


 
 
 
 
Javni, Hoydalsvegur 42
Postboks 1133, 110 Tórshavn
Tlf.: 208090 javni@javni.fo
Skrivstovan er opin:
týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 10.00 til 15.00.