05.06.2019 - Av: fp

Enn er møguligt at tekna seg til familjuvikuskifti í Skálavík 14-16. juni

Evnið, ið vit hava valt at varpa ljós á hesuferð, er systkin. Hvussu er at vera systkin í eini familju, har ein beiggi ella systur ber brek? Hvat hugsa systkin um sína serligu støðu, og hvussu kann tað ávirka teirra lív, at fleiri viðurskifti eru ørvísi enn í flestu familjum? Spurningarnir eru nógvir, og svarini ymisk.

 

Enn eru nøkur pláss á familjuleguni í deplinum í Skálavík, sum verður vikuskifti 14-16. juni. Legan er fyri familjur, ið hava eitt yngri barn, ið ber brek. Hvat brekið eitur er ikki so viðkomandi. Brekini kunnu vera so ymisk, men ofta eru viðurskifti, ið eru eins fyri familjurnar.

 

Vit myndast í okkara uppvøkstri, og at vaksa upp saman við einum beiggja ella systir, ið ber brek, setur serstøk spor. Á leguni fara vit at seta fokus á systkini, og hvat vit sum foreldur serliga kunnu hava í huga í mun til teirra støðu. Ein sálarfrøðingur fer at hava upplegg um evnið, og ein vaksin systur fer at fortelja sína søgu.

 

Men ein líka so týdningarmikil partur av vikuskiftinum er, at familjurnar hittast, og hugna sær saman. Vit skapa karmar um at øll, bæði stór og smá, skulu fáa eina góða uppliving.

 

Nógvar bøkur eru skrivaðar um júst hetta evnið. Ein av hesum er ‘Sondemad og flødeboller’ *), har systkin í ymiskum aldri siga frá sínum hugsanum um tað at hava ein beiggja ella systur, ið ber brek. Niðanfyri eru nøkur brot úr bókini (sum vit hava loyvt okkum at umseta úr donskum):  

  

- Tað eru oftani krisur, tá vit eta saman um kvøldið, og eg hati tað. So blívi eg eitt sindur soleiðis: “Hey, hetta blandi eg meg heilt uttanum”. Eg blívi kvirrur, og vil helst ikki blandast uppí konfliktina. Eg royni at fara í ein slags ósjónligheitskappa, líka sum í Harry Potter filminum, og vil sleppa frá borðinum sum skjótast og inn í mítt kamar, so eg kann fáa frið (Mikkel, 10 ár, hevur ein beiggja sum er spastiskur, og ein, sum hevur autismu).

  

- Mær dámar væl, at okkara familja er eitt sindur ørvísi. Tað kennist serligt, á ein góðan hátt. Vit læra nógv av at vera í familju við eitt menniskja, sum ber brek, og tað eru mest positiv ting, sum eg og Karolina fáa við okkum, tá vit verða vaksnar. Eg veit longu nú, at eg ikki eri so skjót at døma onnur, og eg eri eisini sera varug við, hvussu onnur hava tað (Mathilda, 10 ár, hevur eina systur sum hevur Downs syndrom).      

  

- Ein kann kanska siga, at Peter bæði tá og nú, fyllir konflikt-pallin í okkara familju. Tað er líkasum ikki pláss til fleiri avbjóðingar og trupuleikar enn tað, ið er knýtt at honum. Eg royni alt eg eri mentur at vera tann perfekti sonurin, og draga okkara systkina-miðaltal upp, tí tað eru jú bara vit báðir, Peter og eg. (Christian, 15 ár, hevur ein beiggja við heilaskaða).

  

- Tá vit eru í feriu ella bara úti millum onnur haldi eg 100% eyga við Mathildu alla tíðina, so hon ikki órógvar ella ger onnur børn ella vaksin firtin. Tað er ein krevjandi uppgáva, og ein stór ábyrgd. Eg haldi, at næstan alt er krevjandi á ferium, og tað er heilt absurd at hugsa so, men eg havi brúk fyri feriu frá feriuni, tá vit koma heim, tí eg eri so troytt og slitin í høvdinum. (Johanne, 16 ár, hevur eina systir við autismu).

  

- Góði yvirlækni, har fór tú skeivur! Honum fingu vit sku nógva gleði av. At vera hansara familja lærdi okkum so nógv, at vit als ikki kundu ímynda okkum, hvussu vit annars skuldu haft liva okkara lív. Túsund takk fyri tað, Bjarne. (Yrsa, 64 ár, hevði ein beiggja við menningartarni)

  

Kostnaðurin fyri alt tiltakið, íroknað gisting, mat o.a., er einans kr. 500 fyri hvønn vaksnan, um familjan er limur í Javna, annars kr. 700 fyri hvønn vaksnan. Børnini eru ókeypis, óansæð aldur.

 

Sí skrá undir 'Tiltøk' á okkara heimasíðu.

 

Tekning hjá Javna á tlf 208090, ella við at senda ein teldupost til javni@javni.fo ella skriv@javni.fo.

 

*) Petersen, Malene Gerd (2017), Sondemad og flødeboller, 1.udg, Special-pedagogisk forlag.


 
 
 
 
Javni, Hoydalsvegur 42
Postboks 1133, 110 Tórshavn
Tlf.: 208090 javni@javni.fo
Skrivstovan er opin:
týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 10.00 til 15.00.