24.06.2019 - Av: fp

Hvat ætla okkara politikarar at gera við bústaðarstøðuna hjá Erlu og øllum hinum, sum bíða eftir vardum bústaði?

Í vikuskiftinum hoyrdu vit 20 ára gomlu Erlu Marr Erlandsdóttir í útvarpinum, har hon so væl greiddi frá døpru framtíðarútlitunum fyri at kunna seta føtur undir egið borð. Erla, saman við sjey øðrum næmingum, hevur júst fingið prógv frá eftirskúlanum Rásini í Saltangará. Her hava tey gingið í tvey ár, og høvuðsyvirskriftin í undirvísingini hevur verið “læran til lívið”. Endamál skúlans er, at næmingarnir fáa ment sínar førleikar, so tey eftir lokið skúlaskeið kunnu fara undir eitt so sjálvstøðugt lív sum gjørligt. Erla og hennara floksfelagar frá Rásini eru klár at byggja víðari á teir førleikar, tey hava ogna sær í læruni til lívið. Sum onnur ung ynskja tey sær at flyta heiman – men sum vit hoyrdu Erlu greiða frá, so hevur bert ein av teimum átta næmingunum fingið tilboð um bústað. Hjá hinum eru útlitini fyri at fáa bústað sera long. Flestu teirra kunnu ikki fara út á vanliga bústaðarmarknaðin at leiga sær eitt kamar ella eina íbúð. Ei heldur kunnu tey flyta av landinum, sum flest onnur í teirra aldri gera í eina tíð. Erla heitir á myndugleikarnar um at byggja fleiri vardar bústaðir, tí hon og onnur, ið hava menningartarn, hava sama rætt til ein bústað sum onnur, men fáa ikki somu møguleikar.

 

Innslagið í útvarpinum lýsir støðuna hjá ungfólki í Føroyum við sertørvi sera væl. Sum støðan sær út nú, so hava tey flestu útlit til at búgva heima hjá foreldrunum til langt inn í vaksnamannaárini. Tey fara ikki, sum flestu onnur ung, av landinum at búgva í eina tíð eftir loknan skúla, men mugu búleikast í og við tilboðunum í landinum. Tveir vardir bústaðir skulu eftir ætlan byggjast í høvuðstaðarøkinum komandi árini, men hesir bústaðir skulu í høvuðsheitum húsað fólkum, sum í dag longu búgva í vardum bústaði hjá Almannaverkinum. Nøkur undir sera ótíðarhóskandi umstøðum, og onnur í fyribilsbústaði, tí tey eru flutt út úr soppafongdum húsum. Harafturat skal byggjast eitt autismuhús, sum eisini skal rúma nøkrum bústøðum. Eitt triðja sambýlið/búfelagsskapur til fólk við menningartarni liggur í kortinum eitt óvist áramál frammi í tíðini.

 

Hyggja vit eftir tørvinum, so er langt eftir á mál, eisini tá nevndu bústaðir einaferð eru komnir undir land. Hetta økið hevur verið so niðurraðfest í nógv ár, at trupuleikin við vardum bústøðum hevur vaksið seg ovurhonds stóran. Í samrøðu við KVF fyri einum ári síðan segði stjórin á Almannaverkinum, at 115 fólk stóðu á bíðilista eftir vardum bústaði, umframt at tey vistu, at 120 fólk fóru at leggjast afturat innanfyri tey komandi 10 árini. Sambært upplýsingum frá Almannaverkinum í november 2018 er gott helmingurin av bíðilistanum fólk, ið hava menningartarn ella fjølbrek.

 

Fyri at koma bíðilistanum til lívs er neyðugt, at vit byggja fleiri sambýlir og búfelagsskapir í nærmastu framtíð, men tað er eisini neyðugt, at vit hugsa um onnur alternativ. Ungfólk við menningartarni hava í flestu førum ikki tørv á ørvísi bústaðarkørmum enn onnur, hóast tey hava tørv á hjálp og vegleiðing í tí dagliga. Tí áttu vit at verið nógv betur til at hugsa búfelagsskapir inn sum partur av vanligari bústaðarbygging. Eitt annað, sum hevði minkað um tørvin á almennari bygging hevði verið, um fólk kundu fáa neyðuga hjálp á einhvørjum bústaði - td í egnari íbúð. Tað fáa tey ikki í nóg stóran mun í dag.

 

Nú stundar aftur til løgtingsval, og hjá Javna vilja vit sera fegin hoyra, hvat okkara politikarar ætla at gera við støðuna hjá Erlu og øðrum ungfólki við avbjóðingum, sum ynskja at seta føtur undir egið borð. Skulu tey framhaldandi bíða í áravís eftir bústaði, ella skulu tey fáa somu møguleikar sum onnur ung at fara víðari í læruni til lívið? 


 
 
 
 
Javni, Hoydalsvegur 42
Postboks 1133, 110 Tórshavn
Tlf.: 208090 javni@javni.fo
Skrivstovan er opin:
týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 10.00 til 15.00.