24.08.2019 - Av: fp

Áheitan frá Javna til øll valevni

Javni hevur sent áheitanina niðanfyri til allar flokkar, ið bjóða seg fram til løgtingsvalið. Vit heita á valevnini um stutt, greitt, og skilligt at greiða frá, hvørji viðurskifti hjá borgarum við menningartarni og teirra familjum tey fara at arbeiða fyri, um tey verða vald í Løgtingið.

 

- Greið stutt, greitt, og skilligt frá, hvørji viðurskifti hjá borgarum við menningartarni og teirra familjum tú fer at arbeiða fyri, um tú verður vald/ur í Løgtingið. Send okkum lættlisnu greinina, og vit deila hana á okkara sosialu miðlum.

 

Veljarar hava aftur møguleika at gera sína fólkaræðisligu skyldu galdandi, og seta krossin við tann flokk ella tað valevni, ið best samsvarar við teirra politisku hjartamál. Nógv verður skrivað og tjakast, og øll hava besta boðið uppá, hvussu samfelagið skal skipast komandi árini. Málini eru nógv, og tað kann vera trupult at fylgja við í miðlunum og aðrastaðni. Fyri nakrar veljarar er tað eyka trupult. Hetta kann til dømis vera, tí veljarin hevur trupult við at brúka miðlarnar, koma til fundir, lesa, hoyra, síggja, ella skilja torgreiddar samanhangir. Av tí sama kann verða ringt at vita, hvar krossurin skal setast, fyri at tæna persónligu hugsjón og áhugamálum best. Tað er tó at gleðast um, at tit politikarar seinastu tíðina hava verið ófør at vitja sambýlir, skúlar og vard verkstøð, fyri at tosa um áhugamálini hjá júst hesum veljaraskaranum – takk skulu tit hava fyri tað.

 

Hóast tað gongur rættan veg í Føroyum, so hava fólk við menningartarni og teirra familjur enn ikki somu møguleikar í samfelagnum sum aðrir borgarar. Tí hava mál, ið hava við hesi viðurskifti at gera, sjálvsagt stóran áhuga hjá borgarum, ið orsaka av sertørvi stríðast við at fáa gerandisdagin at hanga saman.

 

Nøkur tykkara hava í miðlunum eisini verið inni á viðurskiftum á hesum økinum, ið tit ynskja at betra, men úti í almenna rúminum druknar hetta skjótt í meldrinum av málum. Eisini kann tað vera torskilt hjá fleiri at lesa langar greinar, skrivaðar á ‘politikaramáli’. Javni hevur tí eina áheitan til tykkum, ið stilla upp: Kunnu tit, á ein stuttan, greiðan, og skilligan hátt, og við vanligum orðum, orðað tykkara hjartamál, ið beinleiðis hava við betringar av viðurskiftunum hjá fólki við menningartarni og teirra familjum at gera. Hvørji viðurskifti hjá borgarum við menningartarni og teirra familjum fer tú at arbeiða fyri, um tú verður vald/ur í Løgtingið.

 

Send lættlisnu valgreinina til javni@javni.fo

 

Vit leggja tykkara greinar inn á okkara Facebook-vanga, og á okkara heimasíðu, har tær eisini kunnu lesast við ReadSpeaker, ið er eitt forrit, ið lesur greinina upp á føroyskum.  

 

___

 

Vit vilja eisini minnað øll valevni á, at Føroyar í 2009 tóku undir við mannarættindasáttmála Sameindu Tjóða fyri fólk, ið bera brek, og sama ár varð sáttmálin formliga settur í gildi í Føroyum. Hetta merkir, at vit í Føroyum skulu tryggja, at eingin føroyingur verður fyri mismuni, og at øllum verður tryggjað somu grundleggjandi rættindi.

 

Her eru nøkur fyri okkum týdningarmikil viðurskifti, ið ikki eru nøktandi í dagsins samfelag:

 

FAMILJAN MÁ FÁA BETUR KARMAR

Nógv børn, ið bera brek, og familjur teirra, fáa ikki nøktandi hjálp. Tað er sera fløkjasligt, tíðarkrevjandi og mangan strævi hjá familjuni at leita fram tí hjálp, tey hava tørv á, umframt at royna sum best at finna vegin fram í fløktu skipanunum. Tann eina hurðin, ið tosað hevur verið um í nógv ár, finst ikki, og hjálpin at finna veg finst heldur ikki. Tá tann ungi verður 18 skal familjan nærum byrja av nýggjum, tí skipanir broytast ella eru ikki longur galdandi fyri viðkomandi.

 

Eitt tvørfakligt ráðgevaratoymi skal knýtast at familjuni, ið hevur fingið eitt barn, ið ber brek, soleiðis at hjálp og stuðul kunnu gerast meira samanhangandi og munadygg. Familjan skal hava ein toghaldara í toyminum, sum kann samskipa neyðugu tilboðini.  Skiftið frá barn til vaksin má verða smiðligari, og hjálpin fylgja við yvir um 18-ára aldursmarkið. Markamót millum land og kommunur má bloytast upp, so borgarar ikki detta niður ímillum skipanir.  

 

MENNING MÁ VERA FYRI ØLL

Børn og ung, ið hava menningartrupuleikar og tørv á áhaldandi vegleiðing, fáa í nógvum førum ikki nøktandi hjálp. Serráðgevingin er ikki nøktandi, og verður ikki sett inn nóg tíðliga. Nóg stórur dentur verður ikki lagdur á at menna samskiftisførleikarnar hjá hesum børnum og ungu, sum er grundarlagið fyri at seta meira ferð á menningina innan øll økir, fyri luttøku í samfelagnum, og fyri at gera síni rættindi galdandi. Lítið lærutilfar er á føroyskum, og tað, sum finst, er ósamskipað og ikki lætt at finna.

 

Tað er alneyðugt, at børn og ung, ið hava menningarligar avbjóðingar, fáa hóskandi og áhaldandi ráðgeving og vegleiðing. Tað má setast inn við serráðgeving so tíðliga sum til ber, og ráðgevingin má fylgja barninum og familjuni tætt, við eini skipaðari ætlan fyri menning og stuðli, heilt upp í ungdómsárini. Hevur barnið brúk fyri øðrvísi samskiftishættum skal tað sjálvandi raðfestast høgt, og læru og frálærutilfar á føroyskum skal vera tøkt og lætt atkomuligt.

 

VIT MUGU HAVA FLEIRI VARDAR BÚSTAÐIR

Ovurhonds stórur tørvur er á bústøðum til fólk við menningartarni. Fólk noyðast at búgva heima hjá foreldrunum til langt upp í vaksnamannaárini, og lítil og eingin møguleiki er at velja sær bústað. Velja fólk at búgva í egnum bústaði er lítil møguleiki fyri at fáa nøktandi stuðul. Alt og fáir ungdómsbústaðir eru, har ungfólk út frá egnum fortreytum kunnu læra at blíva so sjálvstøðug sum til ber. Í samrøðu við KVF fyri góðum ári síðan segði stjórin á Almannaverkinum, at 115 fólk stóðu á bíðilista eftir vardum bústaði, umframt at eini 120 fólk fóru at leggjast afturat innanfyri tey komandi 10 árini. Sambært upplýsingum frá Almannaverkinum í november 2018 er gott helmingurin av bíðilistanum fólk, ið hava menningartarn ella fjølbrek.  

 

Vit mugu byggja fleiri sambýlir og búfelagsskapir í nærmastu framtíð, og tað er eisini neyðugt at hugsa um aðrar bústaðarleistir. Fólk við menningartarni hava í flestu førum ikki tørv á ørvísi bústaðarkørmum enn onnur, hóast tey hava tørv á hjálp og vegleiðing í tí dagliga. Tí mugu vit í størri mun hugsað sambýlir og búfelagsskapir inn sum partur av vanligari bústaðarbygging. Týdningarmikið fyri trivnaðin er, at bert fá fólk búgva saman. Tað skal eisini bera til at fáa neyðuga hjálp á einhvørjum bústaði - td í egnari íbúð.

 

FORSORGARLÓGIN SKAL DAGFØRAST

Forsorgarlógin, ið er grundarlag undir tænastum til fólk, ið bera brek, er gomul og ótíðarhóskandi. Nógv orka er seinastu árini løgd í at smíða eina meira tíðarhóskandi lóg, sum tryggjar borgarunum fleiri rættindi. Lógaruppskotið – undir heitinum Vælferðarlógin - hevur verið til hoyringar, men náddi ikki at verða liðugt viðgjørt í undanfarna valskeiði.

 

Forsorgarlógin má dagførast og lagast til nútíðar viðurskifti sum skjótast. Hetta má ikki detta niðurfyri ella útsetast – heldur ikki um komandi samgonga verður ørvísi samansett enn undanfarna. Nýggja lógin skal geva øllum borgarum somu møguleikar, uttan mismun, og við rímiligum tillagingum, soleiðis sum ásett í mannarættindasáttmála Sameindu Tjóða fyri fólk, ið bera brek.

 

Á heimasíðuni hjá MEGD, sum er meginfelag við 24 limafeløgum á brekøkinum, vísir MEGD á enn fleiri viðurskifti, ið mugu broytast fyri at gera Føroyar enn betri, meiri fevnandi og atkomuligar. Valevnini gera tí væl í at kunna seg um neyðugu batarnar á brekøkinum, ið eiga at gerast veruleiki eftir valið.

  

Javni ynskir øllum eitt gott val.  


 
 
 
 
Javni, Hoydalsvegur 42
Postboks 1133, 110 Tórshavn
Tlf.: 208090 javni@javni.fo
Skrivstovan er opin:
týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 10.00 til 15.00.