25.08.2019 - Av: Ragnar Eyvindsson

Vel ein tosar fyri tey veiku, gomlu, og gloymdu. Føroyar skal verða gott liva í hjá øllum.

Tað er alt ov ofta tey veikastu, sjúku og gomlu verða gloymd í samfelagnum aftaná vali. Hettar er eitt av mínum trimun fremstu hjartamálum og ein av grundunum eg valdi siga ja til at stilla upp tá eg bleyv spurdur, men tað er so alt í hendrunum hjá tykkum veljarum, um man ferð stuðul nokk til sleppa inn rætta tann skeivleikan sum er samfelagnum og berjast fyri tey verða javnsett við øll onnur í samfelagnum.

 

Hoyrur alt ov ofta tað eru manglar hesum øki.

 

Hesir skeivleikar skullu rættast so skjótt sum gjørligt hettar gongur ikki longur.

 

Og førður uttan iva bæði til stress og sálarligar sjúku hjá onkrun, tí tey ikki fáa tað hjálp tey hava brúk fyri.

 

Nú eri eg nýggjur sum valevni og dugi ikki ordiliga seta meg í støðuna hjá ein/um/ari ber brek ella einum avarandi. Hvat tey hava brúk fyri at fáa dagligdagin hjá øllum partun at rigga sum hjá flest øllum ørum. Hesir manglar eru øllum føri. 

 

Tey sum bera brek mugu loftast sum skjótast samfelaðinum og er ov seint tá tey eru farin skúla. Har má broytingar gerast so eisini pláss er fyri teimun í fólkaskúlanum og fáa tað hjálp tey hava brúk fyri.

 

Betur umstøður so  víðari lestur til tey bera brek so tey eisini kunnu sleppa læra til tað tey altíð hava vilja.

 

Forsorgarlóðin skal og má dagførast nú.

 

Meira bústaðir til tey bera brek.

 

Meira størv og meira fjølbroytt størv so tey eisini kunnu trívast við sítt arbeiði og ikki taka eitt hvørt arbeiði tey ikki tíma serliga væl.

 

Somu løn fyri sama arbeiði um so tað almenna má inn fyri taka ein part av tí og gjalda ein part aftur til tey taka fólk inn kundi møðuliga hjálpt at úrvali bleyv størri.

 

Meira hjálp til tær familjur og til tey bera brek sum  hava brúk fyri tíð.

 

Tiltøk til tey menningatarni og familjuna. Tey eru alt ov lítið sjónlig samfelaðinum.

 

Her má man inni til tey bera brek og avarandi hyggja og tosa við tey hvat hvør einstakur manglar øll eru ymisk og hava ymiskir manglar. Líka sum vit øll onnur eisini hava manglar og vilja hava okkurt betur. Ongin er perfektur.

 

Ragnar Eyvindsson valevni fyri Framtakið Lista K 

 

Ein rødd fyri tey veiku, gomlu, og gloymdu í samfelaðinum.

Gott val øll.


 
 
 
 
Javni, Hoydalsvegur 42
Postboks 1133, 110 Tórshavn
Tlf.: 208090 javni@javni.fo
Skrivstovan er opin:
týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 10.00 til 15.00.