25.08.2019 - Av: Hanus Vang

Vil stuðla JAVNA í at menna tilveru teirra, ið bera brek

Eg havi við áhuga fylgt tí megnararbeiði JAVNI hevur gjørt síðani stovning.

 

Hetta kom lutvíst av at eg havi kent Hellenu Samuelsen síðani hon var lærarinda hjá mær í real á Studentaskúlanum.

 

Komi eg á Ting vil eg avgjørt stuðla JAVNA í at menna tilveru teirra ið bera brek - bæði til likams og sálar.

 

Eitt eg havi hugsa um at vit kanska kunnu integrera fleiri teirra ásýniliga í veruliga samfelagi. Eitt nú at luttaka eftir førimuni á fleiri arbeiðsplássum og dagstovnum.

 

Haldi tó at hesi fólk og avvarðandi teirra eiga at koma við fleiri uppskotum. Góða eydnu!

 

Hanus Vang, verkfrøðingur

Garðavegur 1b

Hoyvík 


 
 
 
 
Javni, Hoydalsvegur 42
Postboks 1133, 110 Tórshavn
Tlf.: 208090 javni@javni.fo
Skrivstovan er opin:
týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 10.00 til 15.00.