25.08.2019 - Av: Bergun Kass

Ófrávíkilig samfelagsskylda, at taka sær av teimum fólkum, sum av ymsum ávum ikki eru í somu støðum, sum tey flestu

Góðu tit

 

Eg svari uppá ynski tykkara, um at hoyra frá politikarum, í sambandi við løgtingsvalið hesaferð.

 

Tá eg hugsu um politiskar raðfestingar, so skilji eg ímillum ‘nice to have og need to have’. Tykkara øki kemur undir hetta seinna, need to have.

 

Eg haldi, at tað ein ófrávíkilig samfelagsskylda, at taka sær av teimum fólkum, sum av ymsum ávum ikki eru í somu støðum, sum tey flestu, ið kunna arbeiða, vinna pening og skipa sín gerandisdag, eftir ynski.

 

Her verður einki uttanumtos.

 

Veit, at bústaðir stendur frammalaga á tykkara ynskilista – veit, at nakað er ávegis og fari fegin at seta meg inn í økið, um eg verði vald í løgtingi, soleiðis at ein langtíðarætlan verður stungin út í kortið, í samráð við allan politiskan myndugleikan, eins og almannaverkið, tykkum, starvsfólk, fakfólk og tey fólk, ið ynskja bústaðin.

 

Her eiga vit at smíða saman, soleiðis at brúkarin verður í miðdepli og at tænastan altíð svarar til júst tað, sum gevur brúkararnum og nærmastu mest burturúr og bestu lívsdygdina.

 

Eisini altíð sinnað at hoyra meira um og frá tykkara arbeiði, so vit, politiska skipanin, kunnu verða ein virkin viðleikari tykkum til signingar.

 

Vinaliga

Bergun Kass


 
 
 
 
Javni, Hoydalsvegur 42
Postboks 1133, 110 Tórshavn
Tlf.: 208090 javni@javni.fo
Skrivstovan er opin:
týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 10.00 til 15.00.