26.08.2019 - Av: Jens Heri Bolstad Mortensen

Samstarv um tær bestu loysnirnar, øllum at frama

Góðu tit

 
Eg vil byrja við at takka Javna fyri møguleikan at kunna senda tykkum og tykkara familju eina heilsan.

 

Eg skal vera púra erligur og siga, at eg havi ov lítlan kunnleika til teir trupuleikar, sum tit stríðast við í gerandisdegnum. 

 

Tit eru ivaleyst ein bólkur av borgarum, sum ikki er ímillum tey, sum rópa harðast, og tá er ofta vandi fyri at detta burtur ímillum. 

 

Eg hugsi, at møguliga hevur tað fylt alt ov lítið á løgtingsins røðarapalli, hvussu stórar tykkara avbjóðingar eru.

 

Eg havi lisið tilfari, sum er sent til mín, og eg eri púra samdur við teimum, sum siga, at vit mugu hava eina heildarætlan fyri barnið, heilt frá pinkubarni av, til barnið er klárt at flyta heimanífra foreldrunum. 

 

Tað hevur ein ómetaliga stóran týdning at brúka nógva orku uppá at læra málið, og á tann hátt, kunna vera við í samskifti og kjaki. Tað at duga væl at greiða frá og kjakast gevur barninum gott sjálvsvirði, og ikki minst hevur tað stóran týdning at kunna samskifta við onnur.

 

Tað verður roknað sum ein menniskjarættur at hava tak yvir høvdi, og minnast nokk øll tey, sum eru flutt í egnan bústað, kensluna av at eiga sítt egna, tað er ein fantastisk kensla.

 

Tað er í dag ein ómetaliga stórur tørvur á bústøðum av øllum slagi, og er als ongin ivi um, sum tað eisini verður nevnt í tykkara kunning, so mangla nógvar vardar íbúðir. Hetta er ein trupuleiki sum má og skal loysast.

 

Eg fari at enda, sum eg byrjaði, og takka fyri, at tit hava gjørt meg varugan við tær avbjóðingar, sum tit hava. 

 
Eg fari ikki at lova nakað ávíst, av tí einføldu orsøk, at eg ikki kenni nóg væl til tær ætlanir, sum eru og lóggávuna á økinum, men eg kann lova tykkum fyri vist, at um flokkurin hjá mær ella eg sjálvur fái umboðan á løgtingið, so fari eg beinanvegin at seta meg í samband við tykkara felag, og samstarva um tær bestu loysnirnar, øllum at frama.

 

Alt tað besta
Jens Heri Bolstad Mortensen
Valevni fyri sjálvstýri
Angra Dos Reis, Brasil


 
 
 
 
Javni, Hoydalsvegur 42
Postboks 1133, 110 Tórshavn
Tlf.: 208090 javni@javni.fo
Skrivstovan er opin:
týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 10.00 til 15.00.