27.08.2019 - Av: Bjørt Samuelsen

Javnsettar møguleikar fyri allar borgarar

Javnsettar møguleikar fyri allar borgarar

 

Hetta er eitt av 8 hjartamálum, sum stendur á valkortunum, sum eg í hesum døgum býti út í sambandi við Løgtingsvalið. Uppgávan er at geva orðunum dygt innihald.

 

“Øllum borgarum skulu tryggjast javnrættindi. Hvør einstakur skal eiga møguleikan at smíða sær eitt eydnuríkt lív eftir egnum huga og evnum og at taka lut og ábyrgd í samfelagnum. Hetta tryggjar sosialt og mentanarligt fjølbroytni, sum gevur trivnað og skapanarhug”, soleiðis skrivaðu vit í samgonguskjalið, og orðini skulu takast í allar størsta álvara.

 

Vit hava tikið fleiri stig at røkka hesum, tó at langt er eftir á mál. Størsta takið var at seta 200 mio kr av til at byggja íbúðir til fólk við serstøkum avbjóðingum. Av ymiskum orsøkum – sum landsstýrisfólkið á almannaøkinum javnan hevur greitt frá – hevur tað ikki gingið nóg skjótt at fáa bygt. Men vit eru væl á veg, og fleiri hava fingið tilboð um nýggjan góðan bústað. Tjóðveldi skjýtur í síni valskrá upp, at vit leggja 100 mio afturat, so risastóri tørvurin á vardum og nýggjum bústøðum kann nøktast. Og so mugu vit bara seta ferð á, og raðfesta hetta fremst í mun til aðra almenna bygging.

 

Ein hurð

 
Vit hava arbeitt fyri “tí góðu tilgongdini”, at tað skal bera til at ganga gjøgnum eina hurð – sleppa frá at renna frá Peri til Pól – men á einum stað fáa røttu ráðgevingina og hjálp fyri at kunna liva ein vanligan gerandisdag, og fyri at, eins og øll onnur, kunna leggja sær eina lívsleið til rættis, tillagað tær avmarkingar og teir møguleikar og førleikar, tann einstaki evnar og hevur hug til.

 

Ikki minst í mun til at kunna fáa tilboð um skúla og útbúgving, fyri tey, sum kunnu og ynskja tað. Vit vera noydd at kýta okkum munandi meira, fyri at koma á mál við hesum. Og gera skipanina einfaldari. Tað er ikki í lagið, at tað fyri foreldur er so tung at fáa greiði á, hvørji rættindi og hvørjar møguleikar barn teirra hevur. Vit mugu hava eina skipan, har tað saman við hollari ráðgeving, ber til at leggja eina langtíðarætlan fyri møguleikar og menning hjá tí einstaka – eisini uttan mun til, hvar í landinum ein býr.
 

Sjálv haldi tað vera eitt risaframstig at breið politisk semja er um at byggja íbúður í fullari ferð komandi árini, oyramerkt til fólk við skerdum førleika, men tað er sjálvandi langt ífrá nokk. Mæli Javna til at taka samband við tey, sum verða framsøgufólk og landsstýrisfólk á málsøkinum, so skjótt nýggj samgonga er skipað. Tí eitt er lyfti, sum politikarar geva beint fyri val, eitt annað er at fáa tingini veruliga frá hondini. Og tá má setast í gongd beinanvegin, við hollari ráðgeving frá tykkum, ið hava besta innliti í tørvin hjá børnum, ungum og vaksnum við skerdum førleika.

 

Samfelagið fyri øll

 

Eri sjálv nevndarlimur í felag undir MEGD og veit hvat tað vil siga, at hava barn við kroniskari sjúku, sum ikki altíð kann luttaka á sama hátt, sum øll hini. Tí veit eg eisini hvussu ómetaliga stóran týdning tað hevur, at feløg sum Javni áhaldandi kunna og seta fokus á avbjóðingarnar, tí tað er tað, sum kann fáa okkum politikarar og onnur, at taka seg um reiggj – at at geva orðunum um eitt javnsett samfelag veruligt innihald.

 

Saman við Javna, vilja vit fegin vera við til at skapa eitt samfelag, har rúm er fyri øllum, og har hvør einasti borgari fær møguleika at skapa sær eitt gott lív út frá egnum fortreytum og egnum ynskjum.

 

Bjørt Samuelsen

valevni fyri Tjóðveldi 


 
 
 
 
Javni, Hoydalsvegur 42
Postboks 1133, 110 Tórshavn
Tlf.: 208090 javni@javni.fo
Skrivstovan er opin:
týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 10.00 til 15.00.