27.08.2019 - Av: Brandur Sandoy

Rættindi teirra veikastu

 

Sum politikkari havi eg havt møguleika at fylgt við sáttmálasamráðingum frá arbeiðsgevarasíðuni.Serliga vóru tað samráðingarnar millum pedagogfelagið og arbeiðsgevararnar, ið settu síni kláru spor í mítt sinni. At síggja og hoyra um hvussu ringt tey veikastu í samfelagi okkara hava tað, tá verkfall rakar og partarnir stríðast um krónur og oyru, rakti meg beint í hjartað. Samfelagið og politiska skipanin eiga ikki at góðtaka at ósekir, veikir samfelagsborgarar gerast miðdepil í eini verkfalsstøðu.Tíðin er komin at hevja mannarættindini hjá hesum veikastu samfelagsborgarum okkara uppum stríð og klandur á almenna arbeiðsmarknaðinum.

 

Verið eg valdur á Ting, fari eg at virka fyri at vit við trípartasamráðingum fáa eina felags avtalu millum partarnar, um at hesi okkara veikastu borgarar fáa tað verju teimum tørvar, soleiðis at tey ongantíð aftur verða útsett fyri slíkum ótryggleika og trýsti, sum eitt slíkt verkfall/verkbann førir við sær.
Brandur Sandoy, valevni Fólkafloksins


 
 
 
 
Javni, Hoydalsvegur 42
Postboks 1133, 110 Tórshavn
Tlf.: 208090 javni@javni.fo
Skrivstovan er opin:
týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 10.00 til 15.00.