28.08.2019 - Av: Hanna Jensen

Serligan ómak til serligan tørv

  

At Føroyar í størri og størri mun hava tikið sær av sínum egnu við serligum tørvi, og hava samtykt Altjóða Breksáttmálan, hevur gjørt okkara land betri!

  

  • Nú skal brekpolitiska virkisætlanin raðfestast
  • Óhefta eftirlitið við Altjóða Breksáttmálanum eigur at verða sett í verk
  • Vit mugu fáa betri hagtalstilfar, upplýsingar og granskingartilfar innan brekøkið í Føroyum

 

Eg ætli framhaldandi at stuðla undir og kempa fyri rættindum, skúlatilboðum, virknis- og arbeiðstilboðum eins og bústaðarloysnum fyri fólk við serligum tørvi.

  

Eg leggi mína orku og slagkraft í hetta, at vit koma á eitt væl hóskandi støði, sum fremur, at rætta hjálpin ongantíð er langt burtur í tíð ella á staði.

 

Ein tann ringasta støðan, eg sum politikkari kann koma í, er tá ein familja við einum barni, sum hevur serligan tørv, stendur ráðaleys.

 

Ætlan, ráðgeving og vegleiðing

 

  • Ein vegleiðing kring skúla-, menningar- og starvsmøguleikar skal setast á stovn, ein møgulig staðseting er nýggja Vegleiðingarstovan, har vitan um yrkis- og útbúgvingarmøguleikar í løtuni verður savnað
     
  • Arbeiðið við OCN skipanini skal útbyggjast, so fleiri fáa gagn av, at førleikar verða skjalprógvaðir

  • Ein ætlan um samsipað heildartilboð skal gerast fyri hvørt barn við serligum tørvi, so samanhangur og rættstundis fyrireiking kunnu vera grundkor í lívinum hjá barninum, tí unga og teimum avvarðandi

 

Eg fari at gera mær serligan ómak at fylgja málum viðvíkjandi børnum og ungum við serligum tørvi:

 

  • Serflokkar og sertilboð skulu mennast innan fólkaskúlan
  • Rásin skal útbýggjast, sum ætlanir eru lagdar um
  • Serligt skipað miðnám skal útbyggjast
  • Dygdargóð, mennandi og trygg tilboð til teirra, sum ikki fylgja hesum skipanum
  • Menning og endurmenning skulu styrkja likamligan, sálarligan, sosialan og vinnuligan førleika

 

Mál og samskifti

Eg eri glað fyri, at eg á vári 2017 legði uppskot fram um at viðurkenna teknmál sum mál í Føroyum, og at tað varð samtykt á sumri í 2017. Hetta er nú partur av ábyrgdarøkinum hjá Málráðnum.

 

  • Arbeiðið við føroyskum teknmáli skal styrkjast meira
  • Børn, sum eru deyv ella hoyriveik, skulu hava veruligan rætt til at fáa frálæru í teknmáli. Avvarðandi og onnur skulu eisini hava betri møguleikar at læra teknmál
  • Møguleikin hjá tí deyva og hoyriveika at samskifta á teknmáli í øllum lívinum skal støðugt víðkast
  • Teknmálstulking skal sum heild styrkjast

 

Karlstadmodellið er ein arbeiðsháttur, sum hjálpir mongum børnum at samskifta, og eg eri glað um, at hava raðfest Karlstad arbeiðsháttin innan m.a. Sernám.

 

  • Tilfarið til Karlstad arbeiðsháttin skal nú føroyskast sum skjótast.
  • Betri rúmd fyri Karlstad- modellinum skal finnast innan serøkið kring landið
  • Ein ætlan skal gerast fyri at menna og stuðla víðkaðum og øðrvísi samskiftishættum í Føroyum.
  • Vitanin um hetta at hoyra, tosa, minnast, skriva og lesa skal savnast. Upp í hetta hoyrir eisini at menna ráðgeving um tøknilig hjálpartól á økjunum.

 

Bústaðir

Tað er eingin ivi um, at tá tað kemur til bústaðir til fólk við serligum tørvi, tá hevur landið sera stóra ábyrgd. Hesa ábyrgd skulu vit taka!

 

  • Bíðilistin til bústað fyri fólk, sum bera brek, skal styttast skjótt og fáast burtur
  • Bústaðir til fólk við serligum tørvi skulu fremja tað sjálvbjargni, sum brúkarin hevur, fær undir útbúgving og menning, og sum skal haldast viðlíka.

 

Framsókn sigur í valskránni: “Serøkið skal rigga so væl, at familjur við børnum og ungum, sum hava serligan tørv, kenna á sær, at røttu skúla-, virknis- og bútilboðini eru tøk til røttu tíð.”

 

Eg bjóði meg fram at gera mítt ítarsta, at hetta lyfti gerst veruleikin í Føroyum!

 

Hanna Jensen, valevni fyri Framsókn


 
 
 
 
Javni, Hoydalsvegur 42
Postboks 1133, 110 Tórshavn
Tlf.: 208090 javni@javni.fo
Skrivstovan er opin:
týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 10.00 til 15.00.