28.08.2019 - Av: Pauli Trond Petersen

Øll eiga rættin til eitt gott lív

Øll eiga rættin til ein bústað.

 
Ferð skal setast á bygging av bústøðum til teirra, ið bera brek.

 

Øll eiga rættin til eitt starv.

 
Ein skipan skal gerast soleiðis, at td. ALS lýsir vard og tillagaði størv leys.
 

Málbólkurin eru fólk við serligum tørvi. Tað vil siga arbeiðspláss til fólk, ið til dømis hava menningartarn, autismu, ADHD, ymiskan førleika tørv, seinheilaskaða oa., ið ger, at neyðugt er við stuðli at koma á vanliga arbeiðsmarknaðin.
 

ALS finnur fram til, hvat ein fyritøka ella stovnur kann bjóða av tillagaðum arbeiði, og starvslýsing verður síðan løgd á www.starv.fo og her kunnu fólk við ymiskum serligum tørvi síðan søkja, og ALS samhóskar síðan umsøkjara og starv.
 

Øll eiga rættin til viðgerðartrygd.
 

“Tann góða tilgongdin” ið er umfata til tey ið bera autismu, skal umfata øll ið bera eitthvørt brek. Hetta so, at tað gerst lættari og skjótari at fáa ta hjálp einum tørvar.
 

Øll eiga rættin til útbúgving.
 

Serligt skipað miðnám skal taka allar teir næmingar inn ið søkja.
 

Øll eiga rætt til ein innihaldsríkan gerandisdag, eisini ung við serligum tørvi.
 

At fáa viðurkenning sum menniskja, skapar menning og trivna, og tað kann ikki góðtakast, at enn tann dag í dag eru børn og ung í Føroyum við serligum tørvi, ið ikki verða viðurkend.
 

Aftur og aftur frætta vit frá foreldrum, ið eiga børn og ung við serligum tørvi, sum kæra teirra neyð, tí einki tilboð er til teirra børn, og serliga ung. Hendan støðan tey koma í ávirkar alla familjuna og tey avvarandi. Ringt er at ímynda sær hvussu gerandisdagurin er hjá hesum familjum, men strongd og sálarligt trýst eru óivað nakað ið fylgir við.
 

Missurin hjá samfelagnum kann verða stórur, um hesi foreldur og avvarandi ikki megna at røkja eitt starv orsaka av støðuni.

 
Og enn verri, um hesi velja Føroyar frá orsaka av støðuni.
 

Tí loysir tað seg altíð betur at seta tann pening av ið er neyðugur, so at øll tey, ið hava fyri neyðuni eitt sernámsfrøðiligt tilboð, kunnu fáa ta
 

Øll eiga rættin til eitt gott lív.
 

Pauli Trond Petersen, løgtingsmaður fyri Tjóðveldi


 
 
 
 
Javni, Hoydalsvegur 42
Postboks 1133, 110 Tórshavn
Tlf.: 208090 javni@javni.fo
Skrivstovan er opin:
týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 10.00 til 15.00.