29.08.2019 - Av: Rósa Samuelsen

Øll skulu hava eitt virðiligt lív

Góðu til øll somul!

 

Eg havi valt at stilla upp til løgtingsval og arbeiða fyri at styrkja tey bleytu virðini. Tey bleytu virðini snúgva seg um, hvussu tú, eg og onnar hava tað í samfelagnum. 

 

Øll skulu hava  eitt virðiligt lív. 

 

Vit eru øll fødd í Guðs mynd, hvør við okkara førleikum. Eingin er líka og øll hava ymiskar dygdir. Eg dugi nøkur ting, men dugi kanska slett ikki tað, sum tú dugir. Men tú og eg skulu hava somu møguleikar at mennast, alt eftir, hvat vit ynskja.

 

Eg vil arbeiða fyri, at fólk við skerdum førleika hava eins góðar møguleikar sum øll onnur.

 

Tú og eg hava ynski um at sleppa at búgva í egnari íbúð, vilja ganga í skúla og læra tað vit hava hug til. Um tú ikki ynskir at ganga í skúla, so skalt tú hava møguleika at koma í arbeiði. Eitt tillaga ella vart starv, har góðir starvsfelagar eru. Hesum vil eg arbeiða fyri. 

 

Eg vil eisini arbeiða fyri verju, tá verkfall er, fyri tey veiku. Tá verkfall er, so skulu foreldur ikki verða bangin um, at teirra børn ikki fáa hjálp ella verða noydd at taka tey úr sínum egna bústaði. Børn, sum ganga í skúla og hava stuðul, skulu ikki verða noydd at verða heima, meðan hini børnini eru í skúla.  Partarnar á arbeiðsmarknaðinum, mugu seta  seg saman og fáa eina avtalu, longu nú. Um teir ikki blíva samdir, er helst neyðugt at gera tað við lóg.

 

Rósa Samuelsen 

valevni til Løgtingið fyri Sambandsflokkin


 
 
 
 
Javni, Hoydalsvegur 42
Postboks 1133, 110 Tórshavn
Tlf.: 208090 javni@javni.fo
Skrivstovan er opin:
týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 10.00 til 15.00.