29.08.2019 - Av: fp

Spyr Meg á norðurlendskari ráðstevnu

  

Hilda og Meiken úr felagnum Spyr Meg eru í hesum døgum á norðurlendskari ráðstevnu í Danmark. Við á ráðstevnuni eru fólk úr Føroyum, Norra, Svøríki, Finlandi, Danmark og Íslandi. Tað er systirfelagið hjá Spyr Meg í Svøríki, Grunden, sum hevur tikið stig til ráðstevnuna, hevur fingið fígging til vega, og hevur boðið hinum norðurlondunum at luttaka.

 

Spyr Meg er felagið hjá teimum, ið hava menningartarn. Feløg sum Spyr Meg eru í næstan øllum norðurlondunum – bara í Norra hava tey ikki sítt egna felag. Men tað er ymiskt, hvussu feløgini eru skipaði. Í Føroyum er Spyr Meg tætt knýtt at Javna, ímeðan í onkrum øðrum londum eru feløgini meira sjálvstøðug, við egnari økonomi, og egnum starvsfólkum. Gongdin tykist at vera, at feløgini at byrja við hava eitt tætt tilknýti til ‘foreldrafeløgini’, men at tey í onkrum føri hava kent, at tey ikki høvdu heilt somu áhugamál, og tí ynsktu størri sjálvræði.

 

Ymiskt er á skránni teir trýggjar dagarnar, ið ráðstevnan er. Eitt týdningarmikið evnið, ið hevur viðgjørt er, um norðurlondini skulu hava eitt norðurlendsk paraplyfelag, ið kundi sett sjóneykuna á felags áhugamál, umframt skipa fyri felags norðurlendskum tiltøkum.

 

Sera áhugavert og læruríkt er at hoyra, hvussu umstøðurnar hjá fólki við menningartarni í teimum ymisku norðurlondunum eru. Luttakararnir hava lagt fram og greitt frá, og koma heim við nógvum góðum hugskotum at arbeiða víðari við í teirra egnu londum. Til dømis tá tað kemur til arbeiðsmøguleikar hjá fólkum við menningartarni, so eru nógvir møguleikar, sum vit ikki hugsa um. Froydis úr Norra greiddi til dømis frá sínum arbeiði á eini tannlæknastovu, har hon, umframt at ganga til handa, hevur til uppgávu at hjálpa og sissa tey viðskiftafólk, ið eru bangin fyri at koma til tannlækna.

 

Slíkt samstarv er sera mennandi fyri luttakararnar, og er við til at flyta økið fram á leið. Vit ynskja Spyr Meg og norðurlendsku systirfeløgnum góða eydnu við samstarvinum framyvir.


 
 
 
 
Javni, Hoydalsvegur 42
Postboks 1133, 110 Tórshavn
Tlf.: 208090 javni@javni.fo
Skrivstovan er opin:
týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 10.00 til 15.00.