29.08.2019 - Av: fp

Tú sleppur ikki at greiða atkvøðu, tí vit skilja teg ikki!

 

Fólk, ið hava ørvísi mátar at samskifta uppá kunnu koma í tí støðu, at tey verða møtt á valstaðnum av hjálparfólki, ið ikki hava førleika at hjálpa teimum at greiða atkvøðu. Tað er nevniliga soleiðis, at vallógin ásetur, at um ein persónur ikki einsamallur er førur fyri at greiða atkvøðu á vanligan hátt, so ber til at fáa hjálp - men bert frá persónum, ið valstýrið hevur sett til hetta. Tað ber ikki til at hava ein sjálvvaldan hjálpara við sær. Einasta undantak er, um tú ert blindur ella sjónveikur. Tí kann veljari koma út fyri at tey, ið skulu hjálpa honum at greiða atkvøðu, ikki skilja hansara samskiftishátt, og tí ikki fáa hjálpt.

 

Henda áseting í vallógini ger, at nøkur ikki kunnu gera sín fólkaræðisliga rætt galdandi. Um tú ert soleiðis fyri kroppsliga, at tú ikki sjálvur fær sett krossin, og harafturat samskiftir á alternativan hátt, so skalt tú ikki vera vísur í at sleppa at greiða atkvøðu.

 

Grein 24, stykkið 3 í lógini um val til Løgtingi sigur soleiðis um tað at greiða atkvøðu:

  

Tá veljarin hevur fingið atkvøðuseðilin útflýggjaðan, fer hann beinanvegin inn í atkvøðurúmið, har ongin annar má vera inni (sí tó § 26). Her fer avgreiðslan fram á tann hátt, at veljarin setur kross annaðhvørt fyri tí lista, hann ætlar at velja, ella fyri einum av valevnunum á hesum sama lista.

 

Her verður víst til grein 26, sum snýr seg um, at tað ber til at slaka uppá kravið um, at veljarin skal vera heilt einsamallur, tá hann velur. Soleiðis stendur í grein 26:

 

Í niðanfyri nevndu førum kann valstýrið slaka í teimum fyrisettu reglunum fyri atkvøðugreiðslu:

 

a) Um persónur møtir til val og sigur frá, at hann er ikki førur fyri einsamallur at greiða atkvøðu á fyriskrivaðan hátt, kann hann fáa hjálp til hetta frá tveimum av valstýrinum til hetta endamál tilnevndum persónum, sum eru undir tagnarskyldu. Blindur ella sjónveikur persónur kann tó krevja hjálp frá persóni, ið veljarin sjálvur vísir á. 

 

b) Um persónur er so mikið lamin ella á annan hátt so mikið brekaður, at hann er ikki førur fyri at koma sær inn í valhølið, kann hann krevja, at atkvøðugreiðsla fer fram beint uttan fyri valhølið, og skulu í hesum føri 2 av valstýrislimunum ella hjálparfólkunum vera hjá staddir, og um neyðugt veita honum hjálp við atkvøðugreiðsluni.

 

At útihýsa nøkrum frá at velja er ikki í trá við ST sáttmálan, sum júst snýr seg um at øll skulu hava somu rættindi í samfelagnum. Sáttmálin ásetur, at vit skulu gera rímiligar tillagingar har tað er neyðugt, til tess at tryggja fólki, ið bera brek øll mannarættindi og grundleggjandi frælsi javnbjóðis øðrum.


 
 
 
 
Javni, Hoydalsvegur 42
Postboks 1133, 110 Tórshavn
Tlf.: 208090 javni@javni.fo
Skrivstovan er opin:
týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 10.00 til 15.00.