25.09.2019 - Av: fp

Upp á tá í Runavík

Leygardagin 19. oktober kl. 19 skipar áhugabólkurin í Runavík fyri dansitiltaki fyri fólkum við serligum avbjóðingum í Skótahúsinum við Løkin. Áhugabólkurin sigur, at øll eru hjartaliga vælkomin. Møguligt verður eisini at keypa ymiskt til matna frá kl. 18. Atgongumerkið kostar 100 kr., og fyriskipararnir gera vart við, at fylgjarakortið ikki kann brúkast til hetta tiltakið, og at fylgjarar tí gjalda sama prís.


 
 
 
 
Javni, Hoydalsvegur 42
Postboks 1133, 110 Tórshavn
Tlf.: 208090 javni@javni.fo
Skrivstovan er opin:
týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 10.00 til 15.00.