09.10.2019 - Av: fp

Brúk fyri at tosa við onnur foreldur?

Hevur tú eitt barn, ið ber brek, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við foreldrastuðulsbólkin hjá Javna. Endamálið við bólkinum er at stuðla og hjálpa øðrum foreldrum eftir førimuni.

  

Foreldrastuðulsbólkurin hevur verið virkin síðan 2015, og er samansettur av foreldrum, sum sjálvi eiga børn við ymiskum diagnosum, og í ymiskum aldri. Felagsnevnarin er, at diagnosurnar kunnu hava menningartarn við sær. 

  

Tað er ein sannroynd, at flest øll foreldur uppliva sterkar kenslur og eina ørgrynnu av spurningum, tá barn teirra fær eina diagnosu av slíkum slagi. Komi eg yvir skelkin? Hvat bjóðar framtíðin? Megna vit uppgávuna? Hvussu skal eg gera? Hvar finni eg hjálp? Hvat tá barnið skal í vøggustovu / barnagarð / skúla? Og hvussu tá fólkaskúlin er liðugur? Arbeiði? Bústaður? Umlætting? 

 

Hóast børnini eru sera ymisk, møta foreldur ofta somu avbjóðingum, og hava nógvar ymiskar royndir, sum kunnu koma øðrum foreldrum til góðar. Á hendan hátt ber til at gagnnýta royndirnar hvør hjá øðrum. 

 

Foreldur, sum eiga ella sum vænta sær barn við breki eru vælkomin at seta seg í samband við okkara foreldraumboð, um tey hava tørv á at práta við onkran í somu støðu.  

 

Foreldraumboðini hava tagnarskyldu, og tú finnur tey her: Leinkja til foreldrastuðulsbólkin

 

 


 
 
 
 
Javni, Hoydalsvegur 42
Postboks 1133, 110 Tórshavn
Tlf.: 208090 javni@javni.fo
Skrivstovan er opin:
týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 10.00 til 15.00.