07.11.2019 - Av: fp

Børn við serligum tørvi detta niður ímillum geirar

Nógv kjak hevur verið í almenna rúminum í seinastuni um, hvussu vit best skipa karmarnar um okkara børn á kommunalum dagstovnunum, fyri at tey skulu mennast og trívast. Vit hoyra, at trýstið á stovnarnar er ymiskt frá kommunu til kommunu, og vit síggja, at tað eisini er sera ymiskt, hvussu børn við serligum tørvi verða loftaði, hóast stovnarnir arbeiða undir somu kørmum. Vit sakna í kjakinum, at spurnartekin verður sett við lógarkarmarnar, sum ikki eru nøktandi fyri børn við serligum tørvi!

 

Hjá nøkrum av hesum børnum er alneyðugt fyri menningina, at tey, afturat námsfrøðiliga tilboðnum, eisini javnan fáa fysioterapi, ergoterapi, ella aðra viðgerð/ráðgeving. Kommunalir stovnar siga, at tað er ikki partur av teirra uppgávu at veita ella fara við barninum til viðgerð. Tey vísa til dagstovnalógina sum sigur, at kommunan skal veita nøktandi hølisumstøður og námsfrøðilig tilboð. Tað almenna sigur, at uppgávan heldur ikki er teirra. Tey gjalda fyri viðgerðina, men kunnu ikki flyta barnið til viðgerðina. Í onkrari kommunu ber tó til at terapeuturin kemur á stovnin, har ið barnið er, og eru tað tá Heilsutrygd og Almannaverkið í felag, ið bera kostnaðin. Aðrastaðni ber einki til.

 

Foreldrini mugu tí í flestu førum sjálv fara við barninum til neyðugu viðgerðirnar, og hava eisini ábyrgdina av, at ráðgevingin røkkur inn í gerandisdagin hjá barninum. Tey kunnu søkja Almannaverkið um endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku fyri tíðina, ið tey eru burtur frá arbeiði orsaka av viðgerð og venjing, men henda skipan ger tað ofta trupult hjá foreldrunum at fáa gerandisdagin at hanga saman við einum arbeiði. Nøkur mugu tí fara partvíst ella heilt av arbeiðsmarknaðinum.

 

Sambært dagstovnalógini hava børn við serligum tørvi rætt til pláss á dagstovni og dagrøkt á jøvnum føti við onnur børn, men tað gevur lítla meining, um eingin hevur heimild at veita barninum tí hjálp, ið skal til, fyri at tað skal mennast á øllum økjum. Onkustaðni hevur kommunan roynt at loysa trupulleikan við at gera serstovu, har viðgerð kann veitast sum liður í breiðari námsfrøðiligum arbeiði, til dømis um fleiri av børnunum skulu til ríðing sum viðgerð. Men hetta er stadivekk ikki nøktandi, tí tørvurin ofta røkkur út um viðgerðir, ið kunnu veitast í flokk.  

 

Alternativið til pláss á kommunalum dagstovni er eitt pláss á serstovni undir Almannaverkinum, har bæði viðgerð og námsfrøðiligt arbeiði kann verða skipað eftir tørvinum hjá børnunum, men langt er ímillum hesi tilboð, og tað er tí ikki allastaðni í landinum, at hetta er eitt reelt tilboð. Harafturat er tað ikki í trá við ein yvirordnaðan inkluderandi landspolitikk, at nøkur børn skulu umfatast av eini heilt aðrari skipan fyri at fáa nøktandi umstøður at mennast.   

 

Tað er tí alneyðugt, at verandi lógir og mannagongdir verða tillagaðar, soleiðis at tær tetta gloppið millum geirarnar. Sjálvandi skulu børn við serligum avbjóðingum ganga á dagstovni, á jøvnum føti við onnur, men neyðugar tænastur mugu fylgja við. Tað er als ikki nøktandi, at foreldur noyðast av arbeiðsmarknaðinum, um barnið skal fáa nøktandi viðgerð og venjingar. Tað kann í síðsta enda fáa bæði fíggjarligar og sosialar avleiðingar fyri familjuna. Tað er heldur ikki nøktandi, at viðlíkahaldsráðgevingin ikki kemur barninum til góðar í gerandisdegnum, av tí at høgur múrur er millum ábyrgdarøkini hjá ymisku geirunum. Og í síðsta enda hevði tað harafturat uttan iva verið bæði bíligari og betur, um peningurin varð brúktur til at veita venjing og ráðgeving inni á stovnunum, heldur enn at gjalda fyri at taka foreldur av arbeiðsmarknaðinum fyri at røkja hesa uppgávu.

 

Sum er verða barnið og familjan fangað millum geirar, ið ikki arbeiða saman. Vit eftirlýsa betri karmar, og eitt samstarv millum land og kommunur, sum tryggjar

  

  • at einki barn dettur niður ímillum geirar
  • at barnið altíð fær neyðuga viðlíkahaldsvenjing (habilitering), óansæð um tað gongur á kommunalum ella landsstovni
  • at fakliga ráðgevingin røkkur út í gerandisdagin hjá barninum
  • at allir stovnar hava nøktandi fysiskar karmar at taka ímóti øllum børnum
  • at foreldur at børnum, ið bera brek, kunnu varðveita fult tilknýti til arbeiðsmarknaðin
  • at familjur, ið fáa eitt barn ið ber brek, ikki verða fíggjarliga illa fyri
  • at almennir pengar verða brúktir meira skynsamt
  • at familjur runt landið hava eins góð tilboð

 

 


 
 
 
 
Javni, Hoydalsvegur 42
Postboks 1133, 110 Tórshavn
Tlf.: 208090 javni@javni.fo
Skrivstovan er opin:
týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 10.00 til 15.00.