13.11.2019 - Av: fp

Karl Høgni vann telduna

Í dag var lutakast um fínu telduna frá Elding. Vit hava trekt lut millum okkara álmanakkaseljarar, og vinnarin gjørdist 17 ára gamli Karl Høgni Joensen úr Sørvági.

  

Pauli Johannesen, ið gongur á Serbreytini á Glasir, trýsti á knøttin, sum fann heppna vinnaran. Vinnarin gongur eisini á Glasir, so vit fóru beint at leita eftir honum, so vit kundu geva honum boðini. 

 

Teldan er av merkinum Lenovo, og modellið eitur C340. Tað snilda við hesi telduni er, at tú kanst bretta skermin heilt afturav, og brúka telduna sum ein teldil við touch skermi. Hjá Elding siga tey at teldan er bæði skjót og góð, so uttan iva verður hon góð til skúlabrúks.

  

Vit ynskja Karl Høgna tillukku við vinninginum, og takka honum og øllum hinum seljarunum hjartaliga fyri, at tey hjálpa okkum at selja álmanakkar.


 
 
 
 
Javni, Hoydalsvegur 42
Postboks 1133, 110 Tórshavn
Tlf.: 208090 javni@javni.fo
Skrivstovan er opin:
týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 10.00 til 15.00.