03.12.2019 - Av: fp

Jólagudstænasturnar - skrá og kunning

Hugnaligu Javnagudstænasturnar eru vornar ein fastur táttur, nú stundar til jóla. Tað eru økisnevndirnar hjá Javna, ið skipa fyri. Tað er eitt sindur ymiskt, hvussu gudstænasturnar verða skipaðar, men tað er sjálvandi jólaboðskapurin, ið er høvuðsinnihaldið. Boðskapurin verður borin fram stutt og greitt. Aftaná gudstænasturnar bjóðar Javni okkurt gott til góman. Niðanfyri er eitt sindur av kunning.

 

Mikudagin 4. desember í Havn

Klokkan 17 verður gudstænastan í Havnar kirkju. Prestur er Uni Næs. Hilda, Dánial og Lennart syngja, og musikkskúlanæmingar luttaka við spæli. Aftaná gudstænastuna verður suppa og drekkamunnur við onkrum góðum afturvið í Kaffihúsinum - inngongd frá Bringsnargøtu. 

 

Mikudagin 4. desember, Christianskirkjan í Klaksvík

Klokkan 19 verður gudstænastan í Christianskirkjuni í Klaksvík. Prestur er Marjun Lómaklett, og Símun Petur Zachariassen er deknur. Børn ganga Lucia og syngja, og tónleikarar úr orkestrinum Ælaboganum luttaka. Aftaná gudstænastuna verður drekkamunnur við onkrum góðum afturvið.

 

Hósdagin 5. desember, Sørvágs kirkja

Klokkan 18 verður gudstænastan í Sørvágs kirkju. Prestur er Marjun í Kálvalíð, og kórið Harmoni syngur. Eftir gudstænastuna verður pitsa og drekkamunnur við onkrum søtum afturvið.  

 

Týsdagin 10. desember, Gøtu kirkja 

Klokkan 19 verður gudstænastan í Gøtu kirkju. Prestur er Ove Brim. Aftaná gudstænastuna verður ein góður drekkamunnur í kirkjukjallaranum. 

 

Týsdagin 17. desember, Frelsunarherðurin í Vági

Klokkan 19 verður gudstænastan hjá Frelsunarherðinum í Vági. Børn ganga Lucia, og barnakór syngur. Drekkamunnur og okkurt gott afturvið verður aftaná gudstænastuna. 

 

Øll eru hjartaliga vælkomin til gudstænasturnar, og til hugnaløturnar aftaná. Vit vóna at síggja nógv fólk.


 
 
 
 
Javni, Hoydalsvegur 42
Postboks 1133, 110 Tórshavn
Tlf.: 208090 javni@javni.fo
Skrivstovan er opin:
týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 10.00 til 15.00.