19.12.2019 - Av: fp

Spyr Meg á fundi við mentamálaráðharran

Nevndin í felagnum Spyr Meg var í dag á fundi við landstýrismannin í mentamálum, Jenis av Rana, og aðalstjóran í mentamálaráðnum, Poul Geert Hansen. Tey ynsktu at gera vart við nøkur viðurskiftir, ið tey halda eiga at betrast á skúla- og útbúgvingarøkinum fyri fólk við menningartarni og serligum avbjóðingum, og at spyrja um framtíðarætlanir á økinum.

  

Tey gjørdu millum annað vart við, at einki enn er hent við ætlanini um at útbyggja eftirskúlan Rásina í Saltangará, og tey spurdu landstýrismannin, nær hann væntar, at útbyggingin byrjar. Til hetta var svarið, at eitt uppskot um útbygging er klárt, men at tað helst fer at ganga ein tíð áðrenn hetta verður veruleiki, tí peningur er ikki settur av. Spyr Meg vildi síðan vita, um ætlanin var at seta á stovn onnur serlig eftirskúlatilboð kring landið, og her var svarið, at hesum hevur ráðið ikki arbeitt við.

 

Serliga skipaðu miðnámsbreytirnar blivu umrøddar. Hesar breytir eru nú á miðnámsskúlunum á Kambsdali, í Havn, og í Klaksvík. Í løtuni er ikki ætlanin at byrja serbreyt í Suðuroy, tí Mentamálaráðið metir ikki, at næmingagrundarlag er fyri tí. Spyr Meg spurdi, um aldursmarkið fyri at koma inn á serbreytirnar kundi strikast, soleiðis at eisini næmingar yvir 25 ár kundu sleppa inn. Til hetta fingu tey at vita, at tað nokk ikki var nakað til hindurs fyri tí.

 

Spyr Meg vildi vita, um hægri lestur fyri fólk við serligum tørvi er nakað, ið Mentamálaráðið hevur arbeitt við. Tað hava tey ikki, men aðalstjórin hevði verið og vitja á fróðskaparsetri í Íslandi, sum hevði serbreyt. Hann helt, at tað ikki skuldi útilokast, at tað einaferð bleiv ein møguleiki her.

 

Síðsti spurningurin hjá Spyr Meg snúi seg um serliga tillagaði lærupláss. Tey ynsktu at vita, um Mentamálaráðið hevur ætlanir um at gera eina skipan við tillagaðum læruplássum, soleiðis at fólk við serligum tørvi til dømis kunnu fara undir at læra til kokk, blómubindara, djórapassara, timburmann, seymikonu ella bilmekanikara undir serligum treytum. Hetta hevur verið viðgjørt í Mentamálaráðnum, og tey hava arbeitt við at gera eina skipan, har tað skal bera til at fáa eina útbúgving, sum er tillagað til hvønn einstakan.

 

Spyr Meg nýtti eisini høvið til at minna mentamálaráðharran á, at tað er niðurfelt í samgonguskjalinum, at "øll skulu hava møguleika at taka eina gymnasiala ella yrkisrættaða útbúgving", og tey vónaðu, at Mentamálaráðið eisini fór at hava tey við serligum tørvi í huga, so at tey fáa somu møguleikar sum onnur í samfelagnum.

 

 

 


 
 
 
 
Javni, Hoydalsvegur 42
Postboks 1133, 110 Tórshavn
Tlf.: 208090 javni@javni.fo
Skrivstovan er opin:
týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 10.00 til 15.00.