07.01.2020 - Av: fp

Á háskúla í Danmark í 2020?

Javni hevur fingið eina áheitan frá Djurslands Folkehøjskole um at siga frá, at enn eru pláss eftir til nøkur av skeiðunum í 2020, og at tey fegin taka ímóti føroyskum næmingum. Á Djurslands Folkehøjskole leggja tey dent á at gera pláss til næmingar við avbjóðingum. Fleiri føroyingar hava verið á hesum háskúlanum, ið liggur nærhendis Århus.

 

Skeiðini eru ymisk til longdar. Tú kanst fara á eitt longri skeið í 12 ella 23 vikur, ella tú kanst velja eitt av teimum styttru skeiðunum á eina, tvær ella fimm vikur. Eisini eru skeið í summarferiuni. Á longru skeiðunum ber til at velja linjur, til dømis 'Den slanke linje', sum hevur fokus á sunnan livihátt, ella 'Billedkunst-linjen', har tú fæst við ymiskt handaligt. Styttru skeiðini kunnu til dømis snúgva seg um miðøldina, jólini, tónleik ella country & western.  

 

Kostnaðurin fyri at ganga á skúlanum er 1.500 krónur um vikuna fyri longri skeiðini, og 1.700 krónur um tú ert styttri enn 12 vikur. Summarskeiðini kosta 3.700 krónur. Til ber at søkja um stuðul frá Rigsfællesskabets højskolestipendium, sum letur 18 føroyingum stuðul í 2020. Stuðulin er 700 krónum um vikuna, í mesta lagið í 20 vikur. 

 

Sí meira her:

Djurslands Folkehøjskole 

Rigsfællesskabets højskolestipendium

 

 

 


 
 
 
 
Javni, Hoydalsvegur 42
Postboks 1133, 110 Tórshavn
Tlf.: 208090 javni@javni.fo
Skrivstovan er opin:
týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 10.00 til 15.00.