14.02.2020 - Av: fp

Vilt tú verða við til at skapa vinarløg?

Vit leita eftir einum persóni, sum vil átaka sær samskipandi leiklutin fyri Best Buddies í Føroyum. Best Buddies er eitt átak, ið byrjaði í USA í 1989, og sum nú er virkið í yvir 50 londum. Endamálið við Best Buddies er at skapa vinarløg millum fólk við og uttan menningarligt tarn. Hetta við at eggja til persónlig vinarløg millum luttakararnar. Ein leistur er lagdur, sum tey luttakandi fylgja, so einki skal ‘uppfinnast’ av nýggjum, men sjálvandi lagast til lokal viðurskifti.

 

Í fyrstu atløgu ætla vit at fara undir eina 1-ára undanverkætlan, har høvuðsdentur verður lagdur á at fáa skipanina upp at koyra, við avmarkaðum tali av lutakarum. Málbólkurin er borgarar yvir 18 ár. Samskiparin kemur at arbeiða tætt saman við skrivstovuni hjá Javna, og saman við sjálvbodnum úti í økjunum. Kunningartiltak og upplæring um Best Buddies verður í Keypmannahavn um miðjan mars, har okkara samskipari kemur at luttaka. Kunningartiltakið verður á enskum.

Vit ímynda okkum, at samskiparin kemur at arbeiða umleið 25 tímar um mánaðin við uppgávuni. Um hetta verður í dagtímunum, um kvøldið ella í vikuskiftinum finna vit út av saman. Løn og treytir annars verða eftir avtalu.

 

Uppgávur verða millum annað at

 

  • kunna um Best Buddies og eggja fólki at verða við
  • hava samrøður við umsøkjarar, ið ynskja at verða Best Buddies
  • skipa fyri felags tiltøkum
  • hava regluligt samskifti við Best Buddies International

Vit vænta, at samskipari

 

  • ynskir eitt samfelag, har øll trívast og hava møguleikar
  • dugir væl at tosa við fólk
  • hevur royndir við fólki við serligum avbjóðingum
  • er kreativur og heldur, at tað er spennandi at ganga nýggjar leiðir
  • klárar seg á enskum

Ynskir tú at hoyra nærri um hetta ert tú hjartaliga vælkomin at seta teg í samband við Fíu Petersen hjá Javna, tlf 514827. Tú ert eisini vælkomin at senda eina umsókn og nøkur orð um teg til javni@javni.fo innan 1.mars. 


 
 
 
 
Javni, Hoydalsvegur 42
Postboks 1133, 110 Tórshavn
Tlf.: 208090 javni@javni.fo
Skrivstovan er opin:
týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 10.00 til 15.00.