20.02.2020 - Av: fp

Trivnaður í vardum bústøðum

Røddir hava í seinastuni verið frammi, ið eru sera kritiskar um, hvussu ovasta leiðsla á Almannaverkinum roynir at kroysta ein leist omanyvir eitt økið, uttan at hava fyrilit fyri, um leisturin er góður fyri tey menniskju, ið skulu hjálpast. Vit hava hoyrt um óskil og mistrivnað í eind 10, ið er eindin, ið hevur við barnavernd og barnaheim at gera. Vit hoyra um væntandi áhuga fyri fakligari menning, valdsspæl, ómøgulig krøv mótvegis starvsfólki, og hóttanir um uppsøgnir, um starvsfólk ikki ‘makka rætt’.

   

Tíverri mugu vit ásanna, at vit kenna sumt av hesum aftur, tá tað kemur til økið, ið umfatar fólk við menningartarni. Vit hoyra tað bara frá einum øðrum vinkli. Vit hoyra frá avvarandi sum siga, at sambýlir, ið áður hava verið góð heim, ikki eru tað longur. Vit hoyra, at avvarandi ongantíð fáa fatur á somu starvsfólkum, tá tey ringja til eitt sambýlið, tí starvsfólkini eru so mong, ella verða útskift í heilum. Vit hoyra, at fyrisitingarligar broytingar verða gjørdar frá ovastu rók, uttan at nakar tættari uppá verður hoyrdur, og uttan at nakar skilur hví. Dømi eru um sambýlir, har fleiri starvsfólk eru farin úr starvi, eftir at broytingar eru álagdar teimum, sum tey ikki kunnu standa inn fyri. Vit hoyra, at starvsfólk hava fingið álagt uppgávur, ið als ikki eru innanfyri teirra fak- ella førleikaøkið, og hava fingið at vita, at um tey ikki ‘akta’, so er ikki longur brúk fyri teimum.

 

Starvsfólkini kunnu takka fyri seg, men búfólkini hava ikki sama møguleika, og eru prísgivin!

 

Hjá okkum er fremsta áhugamálið at búfólkini fáa tí hjálp og stuðul, teimum tørvar, soleiðis at karmurin um teirra gerandisdag verður góður og tryggur. Til hetta mugu tey sjálvandi hava góð og støðug starvsfólk um seg, ið hava røttu fakligheit og fáa umstøður at handfara júst tí avbjóðing, ið einstaka menniskja hevur. Og búfólkini mugu kenna seg trygg við skipanina, ið skal stuðla og hjálpa teimum. Ridlar skipanin gongur tað í ólukkumát út yvir búfólkini. Hetta eru tvær síður av somu søk. 

 

Okkara fatan er, at trivnaðurin á flestu sambýlum undir Almannaverkinum er góður, og at leiðsla, fakligheit og avvarandi í flestu førum samstarva fyrimyndarliga. Hetta átti sjálvandi at verið galdandi allastaðni í verkinum, og undir øllum eindarleiðslum. Soleiðis er bara ikki í dag, og hetta má Almannaverkið gera nakað við beinanvegin. 


 
 
 
 
Javni, Hoydalsvegur 42
Postboks 1133, 110 Tórshavn
Tlf.: 208090 javni@javni.fo
Skrivstovan er opin:
týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 10.00 til 15.00.