25.02.2020 - Av: fp

Kunningarfundur í Havn um serbreytina í Klaksvík

Hóskvøldið 27. februar klokkan 19 verður kunningarfundur í Havn um Serliga Skipað Miðnám á Tekniska Skúla í Klaksvík, vanliga nevnt Serbreytin. Kunningin vendir sær til næmingar, sum eru ella verða lidnir við fólkaskúlan, foreldur og avvarandi.

 

Á fundinum koma lærarar á serbreytini at kunna um:

 

  • Hvat Serliga Skipað Miðnám er
  • Hvussu ein skúladagur er skipaður
  • At Serbreytin á TSK bjóðar tvær breytir: Matvøru og Smíð
  • At næmingar á Serbreytini á TSK hava møguleikar at søkja um at búgva á einum næmingaheimi, sum liggur beint við skúlan.
  • Komandi skúlaár taka tey 6 næmingar inn.

 

Eisini koma tey at vísa ein film, sum tveir av næmingunum hava gjørt. Hesin filmurin vísir eitt sindur, hvussu ein skúlavika kann síggja út.

 

Fundurin verður í hølinum hjá MEGD, Íslandsvegur 10c

hósdagin 27. feb. kl 19.00.

Fundurin varðir uml. 1-1½  tíma.


 
 
 
 
Javni, Hoydalsvegur 42
Postboks 1133, 110 Tórshavn
Tlf.: 208090 javni@javni.fo
Skrivstovan er opin:
týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 10.00 til 15.00.