11.03.2020 - Av: fp

Javnaveitslan útsett

Orsaka av støðuni við Corona hava vit gjørt av, at ársveitslan hjá Javna, ið eftir ætlan skuldi verða í apríl, verður útsett. Tá tamarhald er á støðuni verður nýtt dato ásett.

 

Vit eru ógvuliga kedd av at taka hesa avgerð, tí vit vita, at fleiri gleða seg til veitsluna, ið altíð er um várið. Tað eru vanliga upp ímóti 250 veitslugestir á ársveitslunum hjá Javna, bæði sambýlir, búfelagsskapir, familjur og einstaklingar. 

 

Tað er týdningarmikið, at vit øll gera okkara til at avmarka smittuna, og fylgja ráðunum hjá myndugleikunum. Nýggj coronasmitta spjaðir seg oftast, har nógv fólk savnast, og hon smittar m.a. við lógvataki og smáum dropum frá hosta og njósi. Ráðini eru tí millum annað at vaska ella spritta sær hendurnar ofta, og um ein hostar, so skal ein halda ermuna ella okkurt annað fyri munnin. 


 
 
 
 
Javni, Hoydalsvegur 42
Postboks 1133, 110 Tórshavn
Tlf.: 208090 javni@javni.fo
Skrivstovan er opin:
týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 10.00 til 15.00.