12.03.2020 - Av: fp

Almannaverkið setir tiltøk í verk fyri at minka um smittuvandan av COVID-19

Almannaverkið hevur sent soljóðandi tíðindaskriv út 12. mars við kunning um hvat tey gera fyri at fyribyrgja korona-smittu.

 

Í Almannaverkinum starvast fleiri enn 1000 fólk og stovnurin hevur javnan samband við fleiri enn 1000 borgarar kring alt landið. Fyri at tryggja støðuna hjá øllum borgarum og starvsfólkum í Almannaverkinum, so verða tiltøkini løgd neyvt til rættis komandi dagarnar.

 

Øll tiltøkini í Almannaverkinum verða sett í gildi mánamorgunin 16. mars klokkan 08.00, og eru fyribils galdandi 14 dagar fram.

 

ALLAR VEITINGAR OG PENSJÓNIR KOYRA SUM VANT
Almannaverkið letur hvønn mánað meira enn 20.000 veitingar og pensjónir. Hóast tiltøkini móti Coronavirus, so koyra allar veitingar og pensjónir sum vanligt, meðan alt virksemi, ið ikki er bráðneyðugt, verður útsett. Allar móttøkur hjá Almannaverkinum eru stongdar næstu 14 dagarnar, men starvsfólk eru tó til arbeiðis, sum eru før fyri at taka sær av og avgreiða umsóknir um stuðul til uppihald.

 

BÚSTOVNARNIR Í ALMANNAVERKINUM VIRKA SUM VANLIGT
Almannaverkið hevur ábyrgdina av 250 borgarum, sum búgva á bústovnum hjá Almannaverkinum. Til ber ikki at stongja hesar bústovnar, og tískil heldur virksemið fram sum vanligt. Í ávísum førum er neyðugt at skipa fyri serligum bráðfeingis loysnum.

 

Fyri at tryggja bústovnarnar best møguligt móti smittu, setir Almannaverkið serligar fyriskipanir í verk, sum tryggja stovnunum neyðuga talið av starvsfólkum, eisini um borgari ella starvsfólk á onkrum stovni verður smittað. Fyri at byrgja fyri smittubreiðslu sleppa avvarðandi og onnur ikki á vitjan á bústovnunum næstu tvær vikurnar.

 

FLEIRI TILBOÐ STONGJA ELLA MINKA MUNANDI
Øll dagtilboð, frítíðartilboð og umlættingarstovnar lata aftur. Talan er um umleið 30 dagtilboð, frítíðartilboð ella umlættingarstovnar, sum veita tænastur til gott 500 borgarar. Borgararnir noyðast tískil komandi tíðina, í størst møguligan mun, at verða við hús ella á bústovni.

 

Stuðulsvirksemið, sum 250 borgarar fáa í løtuni, verður bert gjørt, tá tað er alneyðugt. Ein faklig meting av, hvat er alneyðugt, verður gjørd í einstøku eindunum.

 

Teknmálstulking verður einans gjørd umvegis Skype og annars í sambandi við neyðstøðu og tilbúgving.

 

Øll endurvenjing er avlýst frá 16. mars 2020.

 

Hjálpartól lata aftur, men starvsfólk eru til arbeiðis til bráðfeingis umsóknir og veitan av hjálpartólum.

 

VIT OG SKIL OG FRÁSTØÐA
Umframt ásetingarnar um avlýst virksemi, so eru starvsfólk í Almannaverkinum í dag vorðin kunnaði um vanlig tiltøk, sum raka øll, ið hava við Almannaverkið at gera. Ásetingarnar fylgja vegleiðingum og boðum frá almennu umsitingini annars.

 

Hesi tiltøkini eru:

  • Øll starvsfólk, sum kunnu arbeiða heimanifrá, fara til hús.
  • Allar vitjanir ella fundir uppá tvørs av eindum, tænastum ella stovnum vera avlýstar. Heldur enn at ferðast innanlands, verður mælt til at brúka telefon ella digitalt samskifti.
  • So fá fólk, sum gjørligt, savnast á sama stað.
  • Fólk skulu royna at halda seg minst 2 metrar frá hvørjum øðrum.
  • Kantinan á Staravegi 18 í Havn stongir.
  • Allar avtalur, um at fólk koma til Almannaverkið á fund ella annað, eru avlýstar.
  • Øll uttanlandsferðing er avlýst.
  • Starvsfólk, sum hava verið uttanlands og koma heim til Føroyar, frá í dag 12. mars og næstu 14 dagarnar, verða biðin um at halda seg heima í 2 vikur.
  • Starvsfólk, sum fara at ferðast privat uttanlands, skulu ikki koma til arbeiðis fyrrenn 14 dagar aftaná heimkomu. Sí vegleiðing hjá Lønardeildini hjá Fíggjarmálaráðnum um starvsfólka- og lønarviðurskifti í sambandi við COVID-19 viðvíkjandi ferðum uttanlands.

 

Almannaverkið kunnar regluliga á heimasíðuni av.fo og á Facebooksíðu stovnsins um tiltøkini og møguligar broytingar í tiltøkunum móti smittubreiðslu.

 

Til ber at seta seg í sambandi við Almannaverkið umvegis teldupost á av@av.fo ella á telefon 360000, um ein hevur tørv á bráðfeingis veiting ella tænastu.

 

ALMANNAVERKIÐ


 
 
 
 
Javni, Hoydalsvegur 42
Postboks 1133, 110 Tórshavn
Tlf.: 208090 javni@javni.fo
Skrivstovan er opin:
týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 10.00 til 15.00.