Eiði, Vestmanna og Suðuroy mangla seljarar


Býrt tú á Eiði, í Vestmanna ella í Suðuroynni, og vilt tú hjálpa okkum at selja álmanakkar, so høvdu vit verið fegin um tú setti teg í samband við okkum. Tín stuðul ger stóran mun. Fyri hvønn álmanakka tú selur fært tú 15...Les meira

 

Vit mangla seljarar til nøkur fá økir í Havn


Nú eru teir fyrstu álmanakkarnir farnir út frá Javna, og sølan er byrja. Enn eru tó nøkur økir í høvuðsstaðnum, har eingin seljari er, so vilt tú hjálpa okkum at selja álmanakkar ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum....Les meira

 

Móttøka á Glasi í dag


Í dag var ein stórur dagur á Glasi. 12 ungfólk høvdu formliga sín fyrsta skúladag á nýggju serbreytini, ið er eitt miðnámsskúlatilboð fyri næmingar við serligum avbjóðingum. Fyrrapartin í dag var móttøka fyri næmingum, avvarandi...Les meira

 

Uppá tá dansur í Runavík 24. september


24. september klokkan 19-22 verður dansitiltak fyri fólk við serligum avbjóðingum í Skótahúsunum við Løkin í Runavík.Les meira

 

Sjeystjørnan - mennandi tónleikaspælistova til børn millum 7 og 14 ár


Tað er so mangan staðfest, at tónleikur er sera mennandi hjá børnum. Við sangi, rørslum og spæli stimbrar tónleikurin sjálvsálit, sjálvsfatan, rørslu, samstarvsevni, hugflog og skapanarevni. Harafturat er tónleikur sera mennandi...Les meira

 

Nú gerðast kvøldini myrk og long...


Um tú ætlar tær á kvøldskúla í Tórshavnar Kommunu komandi vetur mást tú skunda tær at tekna teg, tí freistin er úti sunnudagin 4. september á miðnáttLes meira

 

Eitt stórt brak á Eirargarði seinasta leygardag


Heilt fitt av fólki var komið saman á Eirargarði seinasta leygardag, har Okkara Festivalur varð hildin í góðveðrinum. Á palli vóru fleiri glitrandi stjørnur.Les meira

 

Okkara Festivalur á Eirargarði leygardagin


Leygardagin 27. august klokkan 15 fer Okkara Festivalur av bakkastokki í hugnaliga garðinum uttan fyri Eirargarð. Fleiri góðir tónleikarar eru á skránni. Kristina Bærendsen fer at syngja nøkur løg fyri okkum, og festliga...Les meira

 

Studningur úr Minningargrunni Louis Zachariasens


So er aftur tíð at søkja um stuðul úr grunni Louis Zachariasens, sum Javni umsitur. Umsóknarfreistin er 31. august 2016.Les meira

 

Upplatingartíðir á skrivstovuni í summar


Skrivstovan verður stongd í 4 vikur frá 8. juli til 8. august - báðir dagar íroknaðir. Vit ynskja øllum limum, samstarvspørtum og viðskiftafólki annars eitt gott summar og vit gleða okkum at halda áfram við góðum og fruktagóðum...Les meira

 

Rásin fingið nýggjan leiðara


1. august tekur Beinta Persdóttir Joensen við starvi sum leiðari á RásiniLes meira

 

Enn eru pláss eftir á familjuvikuskiftinum í Nesvík 18. og 19. juni


Á leinkjuni niðanfyri ber til at lurta eftir innslagi í KVF um tiltakið. Ynskja tit at tekna tykkum til tiltakið, sendi okkum ein teldupost á javni@javni.fo ella ringi á tlf 208090.,Les meira

 

Tarzanpápar og mammumammur - familjan í fokus


Leygardagin 18. juni frá morgunstundini til sunnudagin á middegi bjóðar Javni til familjutiltak í leguhúsinum í Nesvík. Tiltakið er ætlað barnafamiljum, ið hava eitt barn við einhvørjum breki.Les meira

 

Fjørutiogfimm ára stovningardagur Javna


14. mai í 1971 var stovnandi aðalfundur í JAVNA Les meira

 

Nýggj andlit í Javna


Aðalfundur felagsins var hildin leygardagin 7. mai 2016Les meira

 

Smábarnafamiljan í Føroyum


Familjudagar í leguhúsinum í Nesvík við heitinum "Tarzanpápar og mammumammur"Les meira

 

Ælabogin á ferð í Spania


Í hesum døgum er orkestrið Ælabogin á konsertferð í Spania. 43 fólk eru við í hópinum, har tónleikararnir telja 21 og 3 orkesturleiðarar. Hini 19 eru antin hjálparfólk, stuðulstónleikarar ella vanlig ferðandi. Les meira

 

Visti tú at tað ber til at fáa føroyskt OG danskt fylgjarakort?


Føroyska fylgjarakortið hevur nú gott eitt ár á baki, og fleiri hava ognað sær kortið. Endamálið við skipanini er, at fólk, ið mugu hava fylgjara við sær tá tey skulu til tiltøk, ikki skulu hava eyka útreiðslur, tí tey skulu...Les meira

 

Ársaðalfundur og veitsla leygardagin 7. mai


Ársaðalfundur Javna verður í Skótahúsunum við Løkin, Mýravegur 24, Fo-620 Runavík Leygardagin 7. mai 2016 kl. 15. Skrá sambært viðtøkum felagsins. Aftaná aðalfundin, kl. 18 verður Javnaveitsla í miðhøllini í...Les meira

 

De åndssvages historie


Frásøgn um okkara sýn á fólk við menningartarni gjøgnum tíðirnarLes meira

 

Aðalfundurin hjá Smæruni


Leygardagin 16. apríl kl 10 - 13 í MBF-húsinum Les meira

 

Nøkur pláss eru eftir á skeiðnum í vikuskiftinum


Skeiðið verður hildið á næmingaheiminum á Argjum, Hóvabrekka 3. Nøkur pláss eru eftir. Tey, ið ynskja at luttaka kunnu seta seg í samband við Javna á tlf 208090 ella senda ein teldupost til javni@javni.fo. Kostnaðurin er kr. 300....Les meira

 

Gleðiligar páskir


Gleðiligar páskir ynskja vit limum okkara og viðskiftafólki bæði nær og fjar.Les meira

 

Vikuskiftisskeið í nevndararbeiði fyri fólk við menningartarni


Í vikuskiftinum 8-10 apríl skipar Javni fyri einum spennandi og mennandi skeiði. Skeiðið er ætlað teimum, ið ynskja at læra um hvussu ein arbeiðir í eini nevnd. Les meira

 

Myndir frá Down Syndrom degnum á Reinsarínum


Sera nógv fólk leitaðu sær framvið á Reinsarínum á altjóða Down Syndrom degnum, ið var 21. mars. Tað gleðir okkum almikið at fólk geva degnum ans, og velja at stuðla á ymiskan hátt. Nakrar myndir, ið Eyðbjørn Jacobsen tók tá BUBU...Les meira

 

Hugleiðingar hjá Eydnu Skaale í sambandi við Altjóða Down Syndrom Dagin 21. mars 2016 á Reinsarínum


Um seks vikur fer nakað ræðuliga spennandi at henda hjá mær og hjá míni familju. Tá fara vit, um Gud vil, og alt gongur sum tað skal, at fáa eitt lítið barn. Øgiliga nógv fólk spyrja meg nú sama spurning. »Vita tit, hvat...Les meira

 

Listaframsýning á Toftum við verkum eftir Magna Mikkelsen


Mánadagin 21.3.16 kl 17.00 til 19.00 altjóða Down Syndrom dagin, letur áhugaverd listaframsýning upp í Navia á Toftum. Verkini hevur Magni Mikkelsen málað. Magni er 48 ára gamal, er ættaður av Toftum og hevur Down...Les meira

 

Út at eta aftaná tiltakið á Reinsaríðnum mánadagin?


Á Altjóða Down Syndrom degnum mánadagin 21. mars hava matstovurnar Barbara, Áarstova og Hvonn eitt gott tilboð til øll, ið hava bláar negl. So hví ikki taka tykkum av løttum aftaná tiltakið á Reinsaríðnum, ið er frá kl. 14-17, og...Les meira

 

Komið oman á Reinsaríið mánadagin 21. mars kl. 14


Javni og føroyski Down Syndrom bólkurin skipa í ár fyri einum tiltaki niðri í Reinsaríðnum í Havn. Eydna Skaale fer at hugleiða, vit fara at syngja við orðum og teknum, og klovnurin BUBU kemur á vitjan. Vit bjóða ein drekkamunn...Les meira

 

Serbreytirnar á miðnáms- og teknisku skúlunum krevja IKKI bókliga styrki


Týsdagin 15. mars er seinasta freist at lata inn umsókn um upptøku á serbreytunum Les meira

 
 
 
 
 
Javni, Hoydalsvegur 42
Postboks 1133, 110 Tórshavn
Tlf.: 208090 javni@javni.fo
Skrivstovan er opin:
týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 10.00 til 15.00.