REBEKKA DAHL

 

Eg eiti Rebekka Dahl og eri 37 ára gomul. Eg eri búðsetandi í Havn við manninum og fýra børnum. Til dagligt starvist eg í serstovuni Bólinum, sum er ein serstova fyri børn við autismu og eri undir útbúgving, sum autismuspesialist. 

 

Tann elsti sonurin Mikkjal  er 15 ára gamal og hevur infatila autismu, add og lætt menningartarn. At blíva mamma, sum 22 ára gomul var á ongan hátt lætt, men tíðin hevur lært meg sera nógv. Tað hevur verið trupult at fáa stuðul og nøktandi umstøður til sonin, men eg eri blivin sera viljasterk og havi fingið nógva orku at kempa við og tí ynski eg sjálv at tosa og hjálpa øðrum foreldrum.

 

Mikkjal er ein sera glaður drongur og hóast avbjóðngar, so megnar hann sera nógv. Hann hevur vinir, gongur í skúla og hann hevur júst fingið sítt fyrsta starv eftir skúlatíð. Mítt motto er "ongantíð gev upp" og hetta hevur Mikkjal eisini tikið til sín. 

 

Um tú sum foreldur ella avvarandi ynskir hjálp ella bara onkran at tosa við, so ynski eg at hjálpa og stuðla. Mítt nummar er 252425 og mín e-mail er rebekkaniclasdottir@gmail.com. Eisini eri eg at finna á Facebook.

 
 
 
 
Javni, Hoydalsvegur 42
Postboks 1133, 110 Tórshavn
Tlf.: 208090 javni@javni.fo
Skrivstovan er opin:
týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 10.00 til 15.00.