POULA REINERT OLSEN

 

Eg eiti Poula Reinert Olsen, eri gift Hanusi M. Olsen og vit búgva á Nesi. Vit eiga 3 børn: Levi 14 ár, Ella 10 ár og Pauli 4 ár. Levi hevur Cerebral Paresu. Í gerandistalu verður hetta ofta kallað at vera “spastiskur”. Hetta ger at Levi er rørslutarnaður. Levi er væl fyri mentalt, men hevur avbjóðingar rørsluliga. Levi situr í el-koyristóli, skal hava hjálp til alt fysiskt viðv at lata í, eta osfr. Levi brúkar alternativt samskifti afturat síni talu og teknum. Hann hevur teldu, sum kann tosa fyri hann. Áðrenn hesa teldu hava vit arbeitt við øðrum teldum, Programsnedkeren, Boardmaker, PODD og øðrum samskiftistilfari.

 

Levi gongur til fysioterapi, ergoterapi og taluvenjing. Eisini plaga vit at vera til PETØ venjingar á Klaksvíkar sjúkrahúsi. Harafturat íðkar Levi RaceRunning ígjøgnum Parasport. Levi hevur góða heilsu, men hevur havt tørv á ymiskum skurðviðgerðum frá tí hann var 4 ár.

 

Eg vil gjarna vera til hjálp ella stuðul fyri onkran í líknandi støðu. Um ikki annað, so er gott at hava onkran, sum ein kann tosa við, uttan at kenna seg sum ein ljósasløkkjara. Sum foreldur at barni við serligum avbjóðingum haldi eg, at ein av og á kann kenna seg illa í práti við onnur, tí avbjóðingarnar kunnu vera so stórar. Ella t.d. tí man hevur tosað um tað somu avbjóðingina í fleiri ár eftirhondini, og tí aftrar man seg kanska við, at blíva við at tosa um hetta. Foreldur, ið ikki eru í somu støðu, kunnu hava avbjóðingar við einum barni, ið fyllir í eina tíð. Hjá okkum foreldrum, ið varða av barni við breki, so halda avbjóðingarnar mangan á við at vera til staðar.

 

Samband við meg fæst á telefon 749001, pro@kallnet.fo ella Facebook

 
 
 
 
Javni, Hoydalsvegur 42
Postboks 1133, 110 Tórshavn
Tlf.: 208090 javni@javni.fo
Skrivstovan er opin:
týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 10.00 til 15.00.