HALDIS DAM MATRAS

 

Eg eiti Haldis Dam Matras, eri 41 ára gomul, og búgvi í Klaksvík .

 

Eri gift við Jón, og vit eiga 3 børn, Barbara 19 ár, Bartal 15 ár og Pætur Regin 9 ár.

 

Bartal hevur ein sjálvsaman kromosom feil á kromosom nr 2, hetta ger at hann er menningartarnaður.

 

Bartal hevur einki mál, hann er væl fyri kropsliga, men er langt aftanfyri sín aldur mentalt, og ger hetta at hann má hava hjálp til nógv praktisk ting. Bartal hevur eisini fingið staðfest autismu.

 

Vit fluttu til Klaksvíkar í 2014, av tí at her eru góð tilboð til Bartal, baði skúlatilboð og eftir skúlatíð eisini, og tað eru vit sera glað fyri.

 

Orsøkin til at eg vil verða við í hesum bólkinum er tann, at tá Bartal var lítil og tað var staðfest at honum feilti okkurt, kendu vit okkum sera einsamøll, føldu at tað var ringt at seta orð á støðuna, og at man brúkti alt ov nógva orku at forklára um støðuna, men tað vóru fá sum skiltu allíkavæl.

 

Bartal er blivin 15 ár nú, og hesi 15 árini hava givið okkum ymiskar royndir, baði góðar og minni góðar.

 

Hetta er eitt økið sum liggur mínum hjarta sera nær, og vil eg gjarna verða við til at gera ein mun, um tað er møguligt.

 

 

Haldis Dam Matras

Vágsgeil 10

700 Klaksvík.

Tlf, 213118-423615

Mail : hmatras@live.dk

 
 
 
 
Javni, Hoydalsvegur 42
Postboks 1133, 110 Tórshavn
Tlf.: 208090 javni@javni.fo
Skrivstovan er opin:
týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 10.00 til 15.00.