ELISABETH MARIA RASMUSSEN

 

Eg eiti Elisabeth Maria Rasmussen. Eg búgvi í Tórshavn og eri sjúkrarøktarfrøðingur.

 

Í august 2012 fingu vit sonin Kristian, sum er føddur við diagnosuni partial trisomi 18.

 

Kristian er fjølbrekaður og hevur ymiskar avbjóðingar, sum koma av diagnosuni.

 

Tað fyrsta árið var sera hart sum familja at uppliva allar sjúkrahúsinnleggingar og kanningar, sum hann skuldi ígjøgnum.

 

Eg haldi, at tað er sera umráðandi fyri foreldur, sum fáa barn ið ber brek/fjølbrek at koma í samband við onnur foreldur, sum eru í somu støðu. Hetta fyri at kunna hoyra um royndir hjá øðrum foreldurm.

 

Fyri onkur foreldur kann tað vera umráðandi at hava onkran at tosa við, serliga ta fyrstu tíðina diagnosan verður staðfest, tí tað kunna koma ymiskar kenslur til sjóndar.

 

Børn eru ymisk og hava ymiskan tørv alt eftir teirra diagnosu, men leikluturin at blíva foreldur og at kunna fóta sær aftur í lívinum er nakað, sum eg havi til felags við onnur foreldur, sum eisini hava eitt barn, sum er fjølbrekað.

Elisabeth er ein av kontaktpersónunum í "Foreldrestøttetjenesten" hjá okkara norska systifelag NFUnorge

 

Kristian hevur 2 onnur systkin, og tey halda at lívið hevði verið rotið um Kristian ikki var til

 

Vælkomin at senda teldupost til emr@email.fo

 

Fartelefonnummarið er +298220607

 

 

 
 
 
 
Javni, Hoydalsvegur 42
Postboks 1133, 110 Tórshavn
Tlf.: 208090 javni@javni.fo
Skrivstovan er opin:
týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 10.00 til 15.00.